Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Náttúran: vørumerkið mikla ?

2019-02-07 23:21

Tá landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Mikkelsen, á ferðavinnuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, boðar frá, at nátturan er okkara vørumerki og slíkt ansa vit væl eftir, skurrar tað heldur illa tá hugt verður kringum fyri at síggja hvussu náttúran og umhvørvið so hevur tað, og somuleiðis kagar eftir hvørjar lógir og reglur eru galdandi, og hvussu hesar verða umsittnar. Vit hava 3 øki í landinum sum eru friðað smb. lógini um náttúrufriðing, ið er frá 1972. Við Fjallavatn er loyvi givið at leggja aliøki út við Víkar - fyri at betra um "unspoiled nature" við Fjallavatn og økið næst vestur í hav. Á Sandi er loyvi givið (við rossahandli millum Sand-Skopunar kommunur og Marine Harvest) at leggja aliøkið út við Mølheggjarnar og sera sjáldsama umhvørvið harumkring við Sandsvatn. Mølheggjar er friðað smb. lógini. Og trið á listanum er Leynarvatn, ið eisini er friðað - har "unspoiled og unpolluted nature" í ár bleiv fylt upp av túsundavís av alilaksum - allarhelst frá ovurstóra missinum í november 2017 hjá Bakkafrost aliøkunum við Argjaland. Deyðu, sjúkur og allarhelst smittufongdur alilaksur slapp at jolla sær nakrar vikur inntil støðan fekk so vánaligan smakk - sjálvt hjá Bakkafrost - at einir 10-15 mans vóru settir at fáa nakað av deyða og illa avstaðkomna fiskinum upp aftur úr Leynará.

Avleiðingar frá sera álvarsamari dálking hevur ongar avleiðingar, heldur ikki smb. Umhvørvislógini, - hvørki so ella so - og alt gongur sum fretur eftir gleri hjá alivinnnuni, ið enntá kostnaðarfrítt hevur fingið tillutað so gott sum allar firðir og sund í landinum. Aliloyvi í t.d. Noreg til 3-5.000 tons kostar einans 40-60 mill.kr. har kommunan í økinum fær goldið 40% av kostnaðinum. Men so gott duga føroyingar ikki at leika, og geva tí ogn sína frá sær til útlendskar - og føroyskar - spekulantar at jolla sær við. Sum formaðurin í kommunufelagnum, og borgarstjóri í Vági, Dennis Holm, segði, so mugu vit góðtaka grova dálking av firðunum fyri at fáa nøkur (stuttskygd) arbeiðspláss.

Einasta land i norðurhøvum, og allarhelst eisini í heiminum, ið ikki hevur megna at skipa eina tjóðarlund....meðan Tjóðveldi hevur havt landsstýrismannin/kvinnuna í umhvørvismálum, er sjálvandi Føroyar.

At endurskoðað/nýggj nátúrufriðingarlóg er ávegis, kemur neyvan at bøta nevnivert um hugt verður eftir hvussu lága raðfesting hóttandi veðurlagsbroytingar og ágangurin á náttúru- og umhvørvið hevur havt við sitandi samgongu. Hvussu úrslitið skal blíva tá svarti vongurin á tingi nu roynir at lumpa eina "grøna" marknaðarføring í høvdið á borgarunum, og kanska fær valdið....kann bara grunast um, men neyvan verður tað meira umhvørvis- og náturuvinarligt....Fólkaflokkur og Sambandsflokkur - hevur søguliga aldrin havt ein grønan profil, sum samgongan, og kann møsnið hjá Poul Mikkelsen tí ikki takast í álvara, nú hann eisini hevur boðað frá at verða heitur talsmaður fyri oljupallum og brunnum upp til aliøkið við Víkar.