Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Náttarlív, sosial samvera, og korona

2020-05-29 13:43

Nú var enn ein tíðindafundur, men tey sum varða av náttarlívinum, eru enn við sviðið soð! Ein bólkur av vinnulívsfólki sleppur heilt einfalt ikki at reka sítt virksemi. Matvøruhandlar kunnu hava opið frá 7.00-23.00, uttan nakað hóvasták, men tað kunnu barrir og náttklubbar ikki. Hví ikki? Er smittan so klók, at hon bert smittar á hesum støðum aftaná kl. 22.00? Ella liggur nakað annað aftanfyri hesa avgerð? Tað bleiv enntá nevnt á tíðindafundinum, at løgtingið arbeiður við at útvega sær heimildir til at taka fult ræði á vinnilívsfólkunum, sum reka náttarlívið. Kann tað passa, at vit eru komin í eina tíð, har fólkaræði byrjar at rapa?

Halda politikkarnir ikki, at sosiala samverðan hevur týdning fyri bæði ung og gomul?

Til síðst men ikki minst, fari eg at loyva mær at spyrja, hví eru politikkarnir so bangnir fyri korona sjúkuni? Mítt besta boð er mangladi sjálvshugsan, og lættasta loysin – ger sum hini!

Lat Føroyar uppaftur, áðrenn vit fara fíggjaliga og sálarliga á húsagang!