Valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 10. nov. 2020

Námsfrøðilig starvsfólk gloyma ikki veruleikan!

2020-10-16 12:38

Tað er eingin loyna, at avgerðin hjá meirilutanum í Tórshavnar kommunu, við tjóðveldiskvinnum í avgerandi leiklutum, hevur raðfest barna- og ungdómsøkið skeivt. Hetta eru stórur partur av námsfrøðiligu starvsfólkunum samd um, og hava gjørt vart við fleiri ferðir. Onnur halda tað øvugta, og tað hava tey loyvi til.

Nú, og fyri kanska fyrstu ferð í tilgongdini, síggja vit býráðslim fyri tjóðveldi skriva, at hon hugsar at vit fyrst áttu at havt raðfest normeingina og síðani leiðsluna. Hvat er hetta fyri spegilsmynd, ið núverandi politikarar leggja eftir seg, ikki gott – nærri vánaligt og skuffandi!

Í somu grein verður skrivað, at nýggi leiðslubygnaðurin er við til at tryggja, at undirskotið, ið nakrir stovnar hava havt, ikki hendur aftur. Tað kann verða, men tað er jú lætt, tá man tekur við einari hond og ikki gevur aftur við hinari! Barna- og ungdómsøkið kostar, dygd kostar, góð javnbjóðis tænasta kostar - og tað skal kommunan raðfesta. At tað fyri fyrstu ferð, verða givin boð til stovnsleiðslurnar at halda fíggjarætlanina, tað passar ikki. Allir stovnsleiðarar hava árliga fingið játtanarskriv frá myndugleikanum at halda – longur er tann søgan ikki.

Meir normeringin, ið samanlagt yvir fleiri ár, sigst verða á kr. 9 mió. er bert ein brotpartur av tí, ið eg havi víst á er neyðugt. Eg gleðist um, at fólk; ið enn hava avgerðarrætt í býráðnum eru samd, at normeringin skal verða hægri – munandi hægri, og enn er møguleiki at gera nakað við tað, tí áðrenn fíggjarætlanin verður samtykt, er drúgt nevndararbeiði og síðani skal fíggjarætlanin fyri í býráðnum 2 ferðir. Enn er møguleiki at halda orð, og ikki nýta boðskapin sum eitt vallyfti. Býráðssetan endar ikki fyrr enn 31. des.

Á býráðsvalinum í heyst, vænti og vóni eg, at námsfrøðilig starvsfólk á barna- og ungdómsøkinum minnast avgerðirnar, ið núverandi meiriluti hevur tikið, vegna tey, ið dag og dagliga gera eitt gott arbeiði á stovnum í kommununi – avgerðina eigur borgarin, og tað er borgarin, ið vit í Javnaðarflokkinum vilja hava eitt býráð fyri!

Bjarni Beder, valevni fyri Javnaðarflokkin