Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Námsfrøði ikki so týdningarmikil kortini?

2014-11-12 05:27

Fyrispurningur um ætlanirnar við námsfrøðiligari útbúgving, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvør er orsøkin til, at bert 13 lærarar á miðnámi eru sendir til verkliga partin av NÚ í 2014

2. Hvør er tíðarætlanin fyri verkliga partin av NÚ frá 1.januar 2015 – t.e. hvussu nógv verða send á hetta skeið um árið og yvir hvussu mong ár?

3. Hvør er ætlanin fyri tann bólkin av lærarum, sum taka ástøðiliga partin av NÚ í inniverandi skúlaári t.v.s. 2014-15?

4. Samanborið við svar upp á spurning nr. 4 í skrivliga fyrispurningum nr. 14, tingárið 2013, eru so ætlanir um at skipa NÚ – bæði ástøðiliga og verkliga partin – eftir føroyskum leisti á føroyskum útbúgvingarstovni? Um ja, hvussu er so ætlanin at skipa NÚ, og nær verður farið í gongd?

5. Nær verður farið í holt við at skipa og bjóða fakdidaktisku skeiðini, sum eru neyðug, í sambandi við at nýggja breytaskipanin á miðnámi varð sett í verk í august 2013, og hvørji skeið verða boðin út?

Í sambandi við skrivligan fyrispurning 7. november 2013 frá undirritaðu um náms­frøðiliga útbúgving (NÚ), varð sagt, at 109 lærarar manglaðu verkliga partin, og at ein ætlan var stungin út í kortið at senda hesi til verkliga partin av NÚ eftir eini 3-4 ára ætlan, har 20 – 25 lærarar á føroyskum miðnámi skuldu ígjøgnum skipanina um árið fyri at fáa bunguna burtur.

Í sama svari varð sagt, at arbeitt hevur verið við at skipa NÚ í Føroyum á Fróðskaparsetri Føroya, men tá varð ikki komið á mál við hesum. Nú eitt ár er liðið, og ástøðiligt NÚ er farið av bakkastokki fyri uml. 35 lærarar, sum so í vanligum umstøðum skulu taka verkliga partin aftaná, afturat teimum uml. 90, sum enn eru í bíðirøð at gera sína útbúgving lidna . Á hendan hátt kann rúm tíð ganga, áðrenn praktiski parturin við námsfrøðiligum vegleiðara verður avgreiddur – eisini fyri hendan bólkin.

Landsstýrismaðurin vísti fyri ári síðani á, at undirvísarar okkara mugu hava kravdu námsfrøðiligu førleikarnar og barlastina, og tí varð NÚ sett í gongd aftur. Men samstundis varð sagt, at skipanin er kostnaðarmikil. So tí kundi verið áhugavert at frætt, um ein skipan, sum í størri mun tekur støði í Føroyum á føroyskum skúlum kring landið og við undirvísarum á m.a. Fróðskaparsetri Føroya kundi verið bíligari og skynsamari - eisini í mun til ta longu bíðitíðina, vit kenna í dag? Harafturat er týdningarmikið at fáa greiði á, nær tey neyðugu fakdidaktisku skeiðini til miðnámsskúlalærararnar sum heild verða hildin, nú ein heilt nýggj skipan er sett í verk.

Á Løgtingi,11. november 2014

Hanna Jensen