Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nám ger mismun á bókum og rithøvundum

2013-07-03 22:53

Lærarar hava sett seg í samband við meg, tí skaldsøgan "Tey bæði" er ikki at fáa í Nám. Eftir áheitan, havi eg lati fleiri klassasett til skúlar kring alt landið. Bókin var hóast alt skriva til ungdómin, so eg gjørdi tað gleðiliga.

Setti meg síðan í samband við Nám. Vildi vita, hvussu tað bar til. Nú eru teir komnir við svarið, og í svarinum staðfestir stovnurin, at teir gera mismun á bókum og rithøvundum:

"Tær bøkur, vit hava í savni okkara, skulu í einum undirvísingarligum samanhangi hava greiðan málbólk, og vera beinraknar undirvísingarliga. Meting okkara er tí ikki um dygd í verkinum sum so, men um beinrakni í mun til okkara endamál - at hava undirvísingarliga viðkomandi tilfar.

Niðurstøðan er, at bókin er ikki ein av teimum, vit meta rætta at hava í savninum."

Hetta er nokkso áhugavert, tí bókin verður ikki bara brúkt í Hoydølum, Hægri Handilsskúlanum, miðnámsskúlunum á Kambsdali, Klaksvík og Suðuroynni, men verður hon nýtt, sum undirvísingartilfar í framhaldsdeildunum í Tórshavn og Fuglafirði. Harafturat hava fleiri næmingar skriva høvuðsuppgávu um bókina! Hví? Afturvendandi svarið er, at bókin er viðkomandi, tí næmingar kenna seg aftur í søguni.

Pætur Dahl, ummælari, segði tað sama, tá hann viðgjørdi bókina í "In Mente".

So seint sum í gjár, fekk eg meyl frá lærara: “havi verið próvdómari í føroyskum í einum 10. flokki í ár. Tey høvdu lisið "Tey bæði" sum høvuðsverk. Hon riggaði ordiliga væl.”

Spurningurin er, hvør skal gera av, um bókin er viðkomandi fyri ungdómin. Lærarar, ið undirvísa? Hava fingurin á pulsinum? Hava næmingar einki at siga? Skulu teir ikki sleppa at velja, hvørja bók teir ynskja at lesa? Er tað ikki ein afturvendandi trupulleiki, at ov fáar ungdómsskaldsøgur verða skrivaðar? Tað gevur lítla og onga meining, tá ungdómsskaldsøga kemur út, at Nám sensurerar hana.

Sambært aftursvarinum, er tað ikki upp til lærarar, hvat er "undirvísindarliga viðkomandi," men umsitingina í Námi.

Tað er ikki serliga eggjandi fyri ungar og nýggjar rithøvundar, at skúlamyndugleikin, ið eigur at stimbra og birta undir nýggjum rithøvundum, arbeiðir ímóti. Ikki tað, eg skal nokk klára meg, men tá lærarar og næmingar ringja, tí teir vilja brúka bókina, átti Nám at tikið tað til eftirtektar.

Er skúlin ikki fyri øll? Ikki bara, tá tað kemur til næmingar, men rithøvundar?

Sambært svarinum, er skúlin ikki fyri allar bøkur og rithøvundar, men útvaldari elitu, sum verður vald av Námi! Einum stovni, ið verður fíggjaður av skattagjaldaranum. Skal ikki samanbera framferðarháttin við happing í fólkaskúlanum, ið var nógv umrøtt í vár, men hetta minnir ikki sørt um diskriminering av bókum og rithøvundum, ið verður framd og góðtikin av føroyska skúlamyndugleikanum.