Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nakrar fáar viðmerkingar til kjakið um fosturtøku (3/3)

Teir seinastu mánaðirnar hava vit sæð rættiliga umfatandi orðaskifti og kjak eins og víðfevnandi miðlaumrøðu um fosturtøku her í Føroyum. Tað er gott at síggja, at evnið fær almennan áhuga, tí brúk er fyri tí, ikki minst er tað gott at síggja politikarar og fjølmiðlar taka lut. Føroya Pro Vita (hereftir FPV) hevur fylgt við í nógvum av orðaskiftinum og hevur fleiri ferðir við gleði tikið lut í almennu umrøðuni (1 2). Men vit mugu eisini siga, at vit vóru rættiliga bilsin, at hvørki "Kvinna" ella "Sosialurin" bóðu um okkara luttøku, tá ið tey fóru í dýpdina við evninum í summar.

Vit skriva hetta bræv/grein (í trimum pørtum) fyri at taka nakrar vanligar pástandir og viðmerkingar, sum nokkso regluliga eru at hoyra í almenna kjakinum, til umrøðu.

3. partur

Barnið fer at doyggja?
Sjálvandi koma tær torføru søgurnar fram! Ein av teimum, sum ofta eru nevndar her í Føroyum, er søgan um, at barnið fær lívshóttandi diagnosu í móðurlívi. Tað verður sagt, at tað er miskunnarleyst og ómenniskjaligt ikki at taka hesi børn! Við allari virðing fara vit at mæla til, at fosturtøka er ikki svarið. Tað er ofta tann ringasta fosturtøkan at koma seg eftir. Fosturtøkan tekur eisini frá foreldrunum tíðina til at byggja sær dýrabar minnir um ta stuttu tíð, tey hava saman við sínum (ófødda) barni, síggja tað anda, geva tí navn, taka myndir við tí og av tí, halda um tað, vaska tí og jarða tað við virðing og hátíðarhaldi. Vit skjóta upp, at heldur enn at bjóða teimum fosturtøku, áttu vit at havt eitt hospice til nýføðingar (enskt: perinatal hospice care) (3 4 5) á landssjúkrahúsinum, har familjur kundu fingið stuðul og hjálp undir føðing og deyða hjá barni sínum. Hesin møguleiki verður givin í mongum londum og er væl umtóktur av teimum, sum hava brúk fyri tí.

WHO hagtøl!
Uppáhaldið um, at milliónir av kvinnum doyggja av fosturtøku um allan heim, er eisini sett fram sum rættvísgering fyri fríari fosturtøku. Ein kann bara spyrja, hvat tað hevur við Føroyar at gera, tá ið fosturtøka her longu er lutfalsliga løtt at fáa og eingin doyr av fosturtøku, uttan børnini í móðurlívi? Hagtøl frá altjóða heilsustovninum WHO eru fullkomiliga óviðkomandi fyri fosturtøkukjakið her, og rættvísgera heilt vist ikki, at okkara lógir vera liberaliseraðar.

Harafturat hava mangar atfinnandi røddir álvarsliga sett spurnartekin við WHO hagtølini. Fyri tað fyrsta siga tær, at WHO ger ongan mun millum fosturtøku og fosturlát, hóast tað er ein risa stórur munur: tað seinna er ein natúrligur missur, hitt fyrra er tilvitað burturbeining. (6) Vit vilja eisini seta spurnartekin við hugsanini um, at tað er samband millum høga deyðatíttleikan undir barnsburði og vantandi møguleika fyri fosturtøku. Sambært aðrar keldur eru 91% av øllum deyðsføllum undir barnsburði í fátækum londum, serliga í Afrika, og koma av vánaligari ella ongari heilsurøkt til kvinnur (7), sum eru við barn: mangul upp á læknar í kvinnusjúkum, burðarlæknar, antibiotika, sjúkrahús, reint vatn, sunnan mat og flutning. Hesar kvinnur leita ikki eftir fosturtøku. (8) Tær biðja um betri heilsurøkt til barnakonur. (9 10 11) Harafturat vísa fleiri kanningar, at í londum við strangari fosturtøkulógum doyggja lutfalsliga færri kvinnur í barnferð. (12 13) Kili kanningin (2014) (14) og Meksiko kanningin (2015) (15) eru framúrskarandi keldur. Tær vísa eisini, at útbúgving, antibiotika og reint vatn eru lívsneyðug fyri heilsuna hjá barnakonum. Enn einaferð vil FPV við gleði geva atgongd til upplýsingarnar.

Vit seta eisini spurnartekin við keldurnar til WHO hagtølini, tá tað er kent, at føðingar í fátækum londum ofta fara fram í smáttum í smáum bygdum, har eingin heilsurøkt er, eingir embætismenn, eingin flutningur og fólk ofta hvørki duga at lesa ella skriva. (16) Hvør heldur skil á hagtølum og hvussu? Vit kunnu eisini minna á, at tá ið forsprákarar stríddust fyri fríari fosturtøku í USA, komu tey við hagtølum. Seinni varð avdúkað, at hesi tøl høvdu einki grundarlag og vóru stutt sagt uppspunnin! (17)

Tað er okkara inniliga vón, at kjakið, sum longu er byrjað, fer at halda fram og at tað verður bæði sakligt og við virðing. Vit vóna eisini staðiliga, at allar síður av hesum torgreidda málinum um fosturtøku verða tiknar við, eisini tey týdningarmiklu evni, vit taka upp her. At enda vóna vit, at uttan mun til, hvør avgerð verður tikin, at tær mugu gagna øllum mammum, pápum og børnum, føddum sum óføddum. Vit hava øll uppiborið eina framtíð. Vit hava øll betur uppiborið enn fosturtøku!

Føroya Pro Vita

www.provita.fo

1. partur

2. partur