Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nakrar fáar viðmerkingar til kjakið um fosturtøku. (2/3)

Teir seinastu mánaðirnar hava vit sæð rættiliga umfatandi orðaskifti og kjak eins og víðfevnandi miðlaumrøðu um fosturtøku her í Føroyum. Tað er gott at síggja, at evnið fær almennan áhuga, tí brúk er fyri tí, ikki minst er tað gott at síggja politikarar og fjølmiðlar taka lut. Føroya Pro Vita (hereftir FPV) hevur fylgt við í nógvum av orðaskiftinum og hevur fleiri ferðir við gleði tikið lut í almennu umrøðuni (1 2). Men vit mugu eisini siga, at vit vóru rættiliga bilsin, at hvørki "Kvinna" ella "Sosialurin" bóðu um okkara luttøku, tá ið tey fóru í dýpdina við evninum í summar.

Vit skriva hetta bræv/grein (í trimum pørtum) fyri at taka nakrar vanligar pástandir og viðmerkingar, sum nokkso regluliga eru at hoyra í almenna kjakinum, til umrøðu.

2. Partur

Ikki nógv kunning?
Vit hava eisini lagt til merkis vantandi kunning og kjak um sálarlig mein eftir fosturtøku. Tað hevur eisini verið ført fram í sosialum miðlum og alment, at tað eru ikki nógvar upplýsingar tøkar viðvíkjandi møguligum árinum av fosturtøku. Tað er avgjørt ikki rætt! Tað eru ein rúgva av kanningarúrslitum tøk úr øllum heiminum um tær møguligu sálarligu og kropsligu avleiðingarnar av fosturtøku, bæði frá keldum sum eru fyri og ímóti. (3 4 5 6) FPV vildi heldur enn fegið givið atgongd til upplýsing um hetta. Vit eru eisini fús til at bera okkara royndir víðari í at styðja Rachel´s Vineyard- programmið til at hjálpa kvinnum og monnum, sum hava fingið skaða av fosturtøku her í Føroyum og aðrastaðni. Hesin felagsskapur, sum var stovnaður í 1986, er nú virkin í 70 londum. (7 8)  Tað er ein syrgilig sannroynd, at næstan hvørja einastu ferð, vit (FPV og RV) eru boðin út at gera upplegg, møta vit ella hoyra vit um fólk, sum líða undir fosturtøku.

Ráð frá serfrøðingum?
Vit hoyra eisini nógv um, hvussu kvinnur áttu at kunna fingið ráðgeving frá "serfrøðingum", áðrenn tær taka avgerðina. Vit eru ógvuliga áhugað í at vita, hvussu hesir "serfrøðingar" skuldu verið valdir og hvør skuldi valt teir? Hetta er eitt ógvuliga týdningarmikið evni, tí at støðan hjá serfrøðingunum hevði havt stóra ávirkan á politikk, sum verður framdur, kunning, sum verður tøk og hvussu hon verður borin fram. Og soleiðis at vit ikki snýta okkum sjálvi: eingin er fullkomiliga sakligur og uttanveltaður.

Vit halda eisini, at tað er átrokandi neyðugt, at størri kanningararbeiði verður gjørt í Føroyum um, hví kvinnur "velja" fosturtøku. Okkara royndir eru, at kvinnur ofta tosa um trýstið, kensluliga kúging, hóttanir og sjálvt harðskap, sum tær uppliva frá maka, familju, vinum, arbeiðsfelagum og starvsfólkum, tá ið tær í kreppustøðu standa við spurninginum um at vera vorðnar upp á vegin, fosturtøku og "val". Tær tosa eisini um at hava ov stutta tíð til at umhugsa støðuna og ov lítla kunning um, hvussu fostrið mennist, um hvussu fosturtøkan verður gjørd og møguligar avleiðingar. Ótti fyri framtíðini og vantandi stuðul, fíggjarviðurskifti og aðrir møguleikar spæla eisini ein stóran leiklut í fosturtøkukjakinum. Hetta eru alt evni, sum kunnu takast upp í einum av heimsins ríkastu londum, uttan at skula snúgva sær til fosturtøku.

Hjálp og stuðul!
Vit hava hoyrt nógv um, at kvinnur fáa ráðgeving, saklig ráð og stuðul áðrenn avgerðina um fosturtøku, men vit hava eisini lagt til merkis, at eingin tekur upp, hvussu vit hjálpa kvinnum og monnum, sum hava tað ringt aftan á fosturtøkuna. Aftur her vísa okkara royndir, at hesar kvinnur og hesir menn ofta fáa lítlan og ófullfíggjaðan stuðul og hjálp fyri sálarmein eftir fosturtøku. Tey, sum eru um tey, sýnast illa við, ikki før fyri ella ikki áhugað í at taka lut í sorgini og pínuni. Tað er væl skiljandi. Fyri at kunna hjálpa einari kvinnu ella manni, sum líður undir fylgjunum av fosturtøku, mugu vit fyrst vera til reiðar at góðtaka, at tey standa við tómum føvningi, syrgja djúpt, at tey hava mist sítt barn og teirra leiklut í, at tað varð burturbeint. Vit mugu eisini vera til reiðar at lurta og skilja, hvussu tey komu fram til hetta "valið". FPV metir, at tað hevur stóran týdning, at meira verður gjørt fyri at geva hesum kvinnum og monnum eina rødd, og at gera betri stuðulsskipanir til at skilja og hjálpa teimum við síni líðing, pínu, missi og iðran.

Tað er okkara inniliga vón, at kjakið, sum longu er byrjað, fer at halda fram og at tað verður bæði sakligt og við virðing. Vit vóna eisini staðiliga, at allar síður av hesum torgreidda málinum um fosturtøku verða tiknar við, eisini tey týdningarmiklu evni, vit taka upp her. At enda vóna vit, at uttan mun til, hvør avgerð verður tikin, at tær mugu gagna øllum mammum, pápum og børnum, føddum sum óføddum. Vit hava øll uppiborið eina framtíð. Vit hava øll betur uppiborið enn fosturtøku!

Føroya Pro Vita
www.provita.fo

1. Partur