Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nær kemur svarið úr glaskúlu Jenisar?

2020-04-15 14:38

Á miðnámsskúlaøkinum bíða tey spent. Næmingar, lærarar og leiðslur. Hvør verður lagnan hjá pisunum, sum verða floygdar í summar? Og hvussu við teimum, sum ganga í 1.s. og 2.s, sum hava lærugreinar, ið enda í summar, har úrslitið eisini skal í prógvið at standa, um eitt og tvey ár?

Lærarar og næmingar í miðnámi hava eftir tríggjar serligar vikur nú havt páskafrí. Hóast páskafrí, so hava øll bíðað spent eftir eini avgerð, sum vónandi kom í stillu viku, so fyrireikingarnar til endaspurtin kundu byrja. Men eingin tíðindafundur um próvtøkur kom – tað einasta svarið, ið higartil er givið er, at undirvísingin heldur fram sum fjarundirvísing, og at summi kunnu, eftir 20. apríl, sleppa inn á skúlarnar at gera starvsstovuroyndir.

Í dag, tá skúlagongdin byrjaði aftur, vóru 23 skúladagar eftir í hesum skúlaári!

Tað er stórur munur á, hvussu tú undirvísir, um tú skalt fyrireika næmingarnar til eina møguliga próvtøku, ella um tú veitst, at tey als ikki skulu til próvtøku. Fyrra møguleikan kenna vit, og tað er ofta tað seinastu vikurnar verða brúktar til.

Verður avgjørt, at próvtøkur verða avlýstar, so er søgan ein heilt onnur; tá ber til at arbeiða við onkrum sum gevur næmingunum eina breiðari fatan av lærugreinini, fáa næmingarnar sjálvar at leita eftir onkrum, sum tey hava áhuga fyri, og seta tað inni í lærugreina-høpið osfr. - møguleikarnir eru nógvir og hetta kann ljóða flott og vakurt, og lærarar í miðnámi hava higartil víst seg at duga at finna loysnirnar – MEN hetta krevur eisini fyrireiking.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum nevndi herfyri í Degi og viku, at hann møguliga fór at leingja skúlagongdina. Tað síggja vit í Danmark, og higartil er nógv copypaste úr Danmark. Verður tað tað sama viðvíkjandi undirvísingini?

Sum flest øllum kunnugt, er øllum læraraum álagt, at gera eina undirvísingarfrágreiðing, sum vísir hvat er gjøgnumgingið í hesum skúlaári. Fyri at gera hana lidna, má lærarin vita hvussu nógvar dagar hann hevur eftir at undirvísa í, og hvussu hesir dagar skulu síggja út.

Avgerðin má takast, og meldast út, so næmingar og lærarar kunnu fyrireika seg til hesar seinastu dagarnar. At laga seg til umstøðurnar, tað hava vit sæð at lærarar, næmingar, leiðslur, saman við KT-starvsfólki og umsiting, hava klárað til lítar, tær tríggjar vikurnar áðrenn páskir. Eftir einari nátt var alt virksemi flutt úr skúlastovuni út á alnótina.

Svøvnleysar nætur við fyrireiking, meðan undirvísing er um dagin, við egnum børnum rundanum – tað er tað sum hevur verið boðið lærarum í miðnámi áðrenn páskir, og útlitini fyri, at tað verður øðrvísi, eru ikki góð. Jú, nøkur børn sleppa á stovn og í skúla í komandi viku, um vit hava samvitsku at senda tey, men útlitini fyri, at sleppa at fyrireika komandi dagarnar so væl sum gjørligt, eru framvegis ikki til staðar í hesi óvissuni.

Meðan næmingarnir stríðast at fáa seinastu ársmetini tryggjaði, og seinastu formlarnar, bendingarnar og bókmentaligu tíðarskeiðini uppá pláss, undir umstøðum, sum teir ongantíð høvdu droymt um, ella kanska bert sæð í onkrum dystopi-filmi, skulu lærarar, tá svarið einaferð kemur um próvtøkur og nær skúlagongdin veruliga endar, bæði undirvísa, geva ársmet, og fyrireika tað, sum framvegis eingin veit hvat er.

Eg má spyrja landsins myndugleikar: hvar er virðingin fyri okkara ungdómi, sum átti at glett seg til húgvur, endaveitslur og pisurøður, men sum nú gongur í blindari óvissu og bíðar?

22 skúladagar og framvegis er einki svar út glaskúluni!

Rópar tú, fært tú framvegis bert ekkó aftur í hesum ljóðtóma rúmi vit nú liva í.