Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Næmingaheimið undir Fjalli verður nú umvælt

2014-05-23 18:53

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti eitt samt býráð at veita lán til umvæling av næmingaheiminum undir Fjallið, sum í alt ov langa tíð hevur staðið í órøkt. Nýggj tekja, nýggj vindeygu og nýggir køkar eru dømi um ábøtur, ið næmingarnir kunnu gleða seg til.

Ung lesandi í Tórshavnar kommunu hava alla orsøk at fegnast. Á eykabýráðsfundinum í gjárkvøldið varð einmælt samtykt at játta sjálvsognarstovninum “Íbúðir til ung undir útbúgving”, ið varðar av Næmingaheiminum undir Fjalli, at taka upp lán til umvæling av heiminum. Lænt verður fyrst og fremst til at skifta tekjuna og vindeyguni, ið eftirhondini eru illa farin. Eisini er ætlanin, at køkarnir, ið hava staðið óendurnýggjaðir síðan heimið varð bygt, skulu skiftast út við nýggjar, meiri tíðarhóskandi køkar.

Næmingaheimið, ið høvuðssakliga er knýtt at Handilsskúlanum, hevur leingi havt tørv á ábótum. Umboð úr nevndini fyri Næmingaheimið vendu sær longu í 2010 til býráðið, og tørvurin á ábótum er bara vaksin seinastu árini. Tíbetur sær nú út til, at seinasta punktum er sett í hesi málsgongdini, og um tað gongst sum ætlað, so kann arbeiðið at væla um byrja longu í summar.

Eg fegnist persónliga um, at kollegiunevndin, sjálvsognarstovnurin, mentamálanevndin og býráðið hava arbeitt fyrimyndarliga væl saman, at spurningurin varð so skjótt avgreiddur. Eg gleðist vegna tey ungu, ið nú búgva, og tey, sum koma at búgva á næmingaheiminum, og eg ivist ikki í, at trivnaðurin verður betri, nú húsini fáa eitt sokallað “makeover”.

Vónandi er hetta bert er byrjanin til eina miðvísa raðfesting av ungdóminum í kommununi, og at vit innan fá ár hava eina kappingarføra kommunu, har ið ung seta búgv, mennast og skapa. Allar kanningar vísa, at onki er so sunt fyri vinnulívið sum eldhugaðir, nýhugsandi ungdómar, ið áhaldandi eru við til at bróta upp úr og nýggjum í vinnugreinum, har ongin hevur roynt seg fyrr.

Uttan mun til hvussu víkir og vendir, so haldi eg, at Tórshavnar býráð við hesum hevur tikið eitt stórt fet rætta vegin. Eitt fet móti einum betri lestrarumhvørvi í kommununi, ið dregur ung til sín og skapar umstøður til teirra at trívast.

Tór Marni Weihe, limur í kollegiunevnd Tórshavnar Býráðs