Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Náa nýggj mál í 2020

2019-12-27 16:59

Vælferðarsamfelagið Føroyar skal í nýggja árinum náa nýggj mál. Í stóran mun er longu sett út í kortið við nýggja samgonguskjalinum 2019-2023 millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Vit vita, at pappír er takksamt, og orðini í verki krevja breiða semju um nýggj mál.


Eitt samfelag í serflokki

Í ljósinum av týðandi málum á brekøkinum, ið nádd eru seinastu árini, eiga enn fleiri mál at verða nádd – helst longu fyri árslok 2020.

Samgongan hevur sum mál, at Føroyar skulu gerast eitt samfelag í serflokki. Hetta sigur ikki so lítið um vónirnar komandi fýra árini. Fyri at náa hesum máli skal myndugleikin vísa orð í verki, ið kunnu flyta samfelagið framá.

Úr rúgvuni av málum verða her nøkur fá tikin fram.


Brekpolitisk virkisætlan

Byrjast kann á brekøkinum við, eins og samgongan hevur sett sær fyri, at fremja ein virknan politikk á almannaøkinum, har borgarin er í miðdeplinum og hevur møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt.

Fyri nøkur er hetta í dag ein avbjóðing.

Samgongan skal við hesum ynski raðfesta á fleiri økjum og duga at gera langtíðarætlanir. Eitt nú eigur ein brekpolitisk virkisætlan at verða raðfest høgt. Ein brekpolitisk virkisætlan, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki. Og sum setir ítøkilig mál, ið kunnu mátast, og sum fær nóg stóra fígging og mátarar, so til ber at máta framgongd, tá ið politikkur, sum viðvíkur teimum, ið bera brek, verður settur í verk.

Arbeiðið við virkisætlanini krevur, at øll sjey stjórnarráðini samstarva tvørtur um geirar gjøgnum nýggju samskipandi eindina, ið fór at virka í 2019. Samskipandi eindin við umboðum úr øllum stjórnarráðunum skal jú tryggja, at rættindi teirra, ið bera brek virka í verki á øllum økjum.


Talsfólk á brekøkinum og Vælferðarlógin

Ein eind við talsfólki á brekøkinum eigur at verða sett í verk við nøktandi fígging. Endamálið við talsfólkinum er at menna eina skipan, sum er politisk óheft við greiðari heimild og breiðum serkunnleika, sum kann koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek. Eindin hevur serkøna vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóða og altjóða mál.

Eitt samfelag í serflokki eigur víðari at lógarfesta rættindi teirra, ið bera brek. Tí eigur m.a. Vælferðarlógin, sum skal avloysa forsorgarlógina, at verða sett í verk sum skjótast. Borgarar bíða eftir manglandi lógarfestum tænastum og fyri hesi gongur tað ongantíð ov skjótt.


Samskifti og samskiftisdepil

Samskifti er ein týðandi táttur í virkna gerandisdegnum. Tí eiga vit komandi árini miðvíst at arbeiða fyri at styrkja um tilboð, ið menna persónliga førleikan at samskifta. Hetta kann gerast við at savna serkunnleika um øll sløg av samskifti t.d. avbjóðingar við hoyrn, sjón, talu, lesi-, skrivi- og talførleikum. Í einum slíkum samskiftisdepli kann tá ein tilgongd verða løgd til rættis fyri einstaka borgaran. Í dag eru tað fleiri, ið ikki fáa røttu ella nøktandi venjing í samskifti. Endamálið er at menna samskifti, so avbjóðingarnar í gerandisdegnum gerast minni og samskiftið betri.

Tá ið hugsað verður um samskifti og atkomu eigur Teknmálstulkatænastan at fáa møguleika bæði at bjóða teknmálstulk og skrivitulk til almenn tiltøk. Í dag kemur ofta fyri, at eingin tulkur er tøkur. Tá eru deyv og tunghoyrd púra avskorin frá tí, sum annars er tilboð til almenningin.

Neyðugt er eisini at menna tænastuna við teknmálstulking og føroyskum teksti til føroyskar sendingar í KvF. Tað eigur í 2020 at gerast ein sjálvfylgja, at øll kunnu vera við. Eins og ein ætlan um “talu til tekst” fyri sjónveik verður byrjað.


Góða tilgongdin og manglandi bústaðir

Avtalan „Tann góða tilgongdin” eigur komandi árið at verða endurskoðað og ment. Eins og samgonguskjalið vísir á, skal eitt tvørfakligt ráðgevaratoymi knýtast at familjum, ið hava fingið barn við serligum tørvi, soleiðis at hjálp og stuðul kunnu gerast meira samanhangandi og munadygg.

Ferð má komandi árið setast á bygging av vardum bústøðum, sambýlum og bústovnum til fólk við serligum tørvi. Bíðilisti er, og breið semja eigur at verða um, at hesin bíðilistin skal burtur.


Ótti fyri verkfalli

Í friðartíð eiga avtalur at verða gjørdar millum avvarðandi stjórnarrráð og avvarðandi yrkisfeløg um verju í sambandi við møguligt verkfall. Familjur stúra longu nú um eitt møguligt komandi verkfall, sum fer at raka fólk, ið bera brek. Eins og vit upplivdu á jólum í 2017. Vit eiga at gera avtalur í friðartíð – og tað er nú.


Gott nýggjár

Við hesum málum úr rúgvuni og vón um, at vit saman náa enn fleiri nýggjum málum á brekøkinum í 2020, ynskir MEGD at takka fyri farna árið – bæði undanfarnu og sitandi samgongu. Ein serstøk tøkk verður send limafeløgunum, ið hvørt á sínum øki eru við til at gera Føroyar til eitt sterkari samfelag.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
megd.fo