Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mykines uttan bát til oynna 8 mánaðir um árið

2019-09-04 11:37

Veðurføst í Mykinesi, her hava vit bara tyrlu frá sept. til apríl. tvs. bara bát teir 4 summarmánaðirnar.

Annars púra kyrt, so bátur kundi væl komið til oynna, men Mykines er einasta oyggj í Føroyum, sum einans hevur tyrlu og ongan bát 8 mánaðir um árið og her búgva 14 fólk. Fugloy, Svínoy, Hestoy og Skúvoy hava bæði bát og tyrlu alt árið.

Hvussu ber tað til, at Mykines er við sviðið soð og ongan bát hevur 8 mánaðir um árið?

Avbjóðingin er at fáa farm til oynna vetrarmánaðirnar, nú ongin bátur er. Her er nógv byggivirksemi og tað líkist ongum, at man ikki kan fáa siglt nakað tilfar til oynna 8 mánaðir um árið.

Eg veit, at tey høvdu undirskriftinnsavnan í summar herúti, sum man handaði landsstýrismanninum í samferðslumálum, har man bað um bát til og við heystfrítíðina og so tilkalling restina av árinum. Men her hevur ongin hoyrt aftur enn.

Og so bíða vit eftir tangabilinum, sum vit fingu lovað til oynna í summar, har er onki ornað enn. Vit eru fleiri, sum skulu bíleggja olju til veturin, skulu vit veruliga noyðast at fáa oljutunnur út við tyrlu aftur hesaferð, tí vit hava heldur ongan bát at sigla oljutunnurnar út.

Vónandi kemur fer komandi landsstýrismaður í samferðslumálum at viðgera umbønini frá øllum teimum, sum undirskrivaðu áheitanina um at fáa bát til oynna alt árið. Í fastari sigling til og við heystfrítíðina og sum tilkallin frá November til apríl.

Oda W. Andreasen