Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Musikkskúlin aftur á rættari kós

2013-12-16 18:58

Tórshavnar býráð hevur í kvøld tikið enn eitt týðandi stig í málinum um nýggjan musikkskúla í Sortudíki.

Býráðið hevur einmælt samtykt ein fíggjarkarm og at bjóða byggingina út, tá projekteringin verður liðug í vár. Ætlanin er at bjóða út í fakentreprisum.

Stígur kom í musikkskúlamálið herfyri. Meðan steðgur var í, fóru býráðsumsitingin og mentamálaráðið at kanna møguleikarnar fyri at byggja tjóðpall og musikkskúla saman á økinum hjá Tórshavnar kommunuskúla.

Hesum mótmælti eg harðliga av fleiri grundum. Eitt var, at tað fór at seinka musikkskúlan almikið, varð farið undir eina nýggja ætlan. Annað var, at eg av ringum royndum ikki trúgvi eitt fimmoyra upp á húsaloysnir saman við landsstýrinum.

Nú saman um kom, samtykti fyrst mentamálanevndin og síðani fíggjarnevndin hjá býráðnum at mæla býráðnum til at halda fast við verkætlanina í Sortudíki og játta tann pening, sum neyðugur verður.

Tann ætlaði musikkskúlin verður umleið 2000 fermetrar og innrættaður til endamálið. Tað merkir eitt nú, at nógv verður gjørt burtur úr teimum akustisku loysnunum. Eisini verður gjørt burtur úr útsjóndini, bæði innan og uttan, so húsið stendur seg í mentanarøkinum framvið Sundsvegnum/Ringvegnum.

Málið byrjaði tíðliga í seinasta valskeiði. Nú er tíð upp á at farið verður undir byggingina, so ungdómurin í Havn og hansara lærarar fáa ein virðiligan karm um víðari menningina av tónleikalívinum í Havn og landinum sum heild.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi