Musikkskúli við Landavegin reistur

Fantastiskt – í dag verður musikkskúlin reistur, og fer at standa klárur á vári 2019.

Leingi er tað ið væl skal vera. Og vit ivast ikki í, at tá ið nýggi musikkskúlin verður liðugur á vári næsta ár, so verður tað eitt stórt framstig fyri musikkskúlan – og fyri tónleikalívið alt í Tórshavnar kommunu.

Tað er veruliga at fegnast um, at býráðið - bæði samgonga og andstøða hava staðið saman um at halda fram við musikkskúlabyggingini, sum lunnar vórðu lagdir undir í undanfarna samgonguskeiði.

Orsøkin til at tað hevur tikið longri tíð enn ætlað er, at vit vildu tryggja, at ein nýggjur musikkskúli lýkur tey krøv, sum eiga at verða sett til ein framkomnan musikkskúla.

Tað merkir, at skúlin samanumtikið er eitt sindur størri nú enn upprunaliga ætlað. Serliga er tað samanspælshøllin, sum er framtíðartryggjað og nóg stór til at kunna hýsa stórum framførslum og orkestrum, á stødd við eitt symfoniorkestur. Hon verður faktisk tann konserthøll, sum tørvur hevur verið á í nógv ár. Eisini undirvísingarhølini verða góð eins og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum.

Vit halda,at tað var gott, at vit góvu okkum stundir til at dagføra nýggja musikkskúlan. Tað fer at gagna teimum 7-800 næmingum, sum hvørt ár hava sína dagligu gongd á musikkskúlanum, og ikki minst musikk og mentanarlívinum í Havn.

Staðsetingin á Landavegunum skamt frá nýggja skúlanum á Fløtum, Glasir og skúlanum á Argjahamri fer at skapa eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi. Og bussleiðin tryggjar øllum ungdómi í Havn góðar atkomumøguleikar til skúlan.

Ein nýggjur musikkskúli er ein íløga, sum leingi hevur haft høga raðfesting í Tórshavnar Kommunu. Og tað er við stórum spenningi at vit bíða eftir at at musikkskúlin kann flyta inn – væntandi á vári 2019.

Tøkk til øll tey mongu, sum hava fyrireikað, teknað og sum nú starvast á byggiplássinum hvønn dag.

Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen, Heðin Mortensen, Bjørghild Djurhuus, Tróndur Djurhuus Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráði, og Annfinn Brekkstein, Sambandsflokkurin í Tórshavnar Býráði.

(Bjørghild og tróndur mangla á myndini)