Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mótmæli móti krossi á Høganesi

2021-03-28 21:17

Týskvøldið var kunningarfundur hildin á Svangaskarði um ætlanina at seta eitt verk eftir Trónd Patursson upp á Høganesi. Har var møguleiki at siga sína hugsan ella at spyrja stigtakarar og listamann um verkið, men eg gjørdi av at telja upp í tíggju og festa nakrar reglur á blað ístaðin.

Talan er um ein seytjan metra høgan kross úr rustfríum stáli, LED-perum og litaðum glasi, ið skal setast upp, har ein mastur av onkrum slag stendur í dag. Skapið á krossinum leiðir tankarnar aftur til krossar úr miðøld, og modellið av honum mundi vera okkurt um hálvanannan metur høgt. Mín avgjørda meining er, at hann í fullari stødd - seytjan metrar til hæddar, tíggju metrar breiður, har træið, ið liggur tvørturum á krossinum er, og upplýstur av ljósperum í myrkri - verður alt ov ógvisligur, ágangandi og sjónskur. Ikki minst tí, at hetta fyrst av øllum er trúboðanarvirksemi og ein átrúnaðarliga grundað verkætlan heldur enn ein listarlig. Vóni, at listamaðurin veit av hesum.

At økið kring Skálafjørðin er kent fyri at vera missiónskt og konservativt við nógvum og virknum samkomum, er einki at taka seg aftur í. Hetta kom væl fram í sjónvarpssendingunum “Guð signi Føroyar,” ið KvF sendi fyri nøkrum árum síðani. Uppáhaldið var undirbygt við spurnarkanningum, hagtølum og stabbamyndum av ymsum slag. Í so máta er ætlaði krossurin ein rein keipumynd av ráðandi hugsanarháttinum. At hagtølini vísa tað, tey vísa, eigur kortini ikki at vera eitt frípass hjá serliga ágrýtnum prestum, samkomuleiðarum ella øðrum fólkum innan ymsar samkomur at staðfesta hugsjónir sínar og leggja hald á umhvørvið við at seta himmalhøgar kristnar ímyndir upp, har tær síggjast best, so at eingin skal ivast í, hvør trúgv er í hásæti her um leiðir.

Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her. Á fundinum løgdu teir dýran við, at hetta var so sanniliga ikki ætlanin. Øll skuldu kenna seg fevnd av hesum góða krossi, hann skuldi vera øllum til mikla gleði, og ikki vera nakar hamari í høvdið á nøkrum. Men tað er hann so kortini, og tað slepst ikki uttanum.

Ein krossur á Høganesi boðar harumframt frá, at henda ímynd ikki bert er galdandi fyri fólk í Nes kommunu, men fyri øll, ið búgva við fjørðin, tí meðan krossurin neyvan fer at síggjast serliga væl av Nesi og Toftum, tað eg dugi at meta, fer hann í øllum sínum fevnandi veldi at standa og líta útyvir Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Søldarfjørð, Skipanes, Undir Gøtueiði, Strendur, Innan Glyvur og ein part av bygdunum Lamba og Skála. Tað kann væl vera, at mong einki hava ímóti tí, og summi fara enntá at fegnast, men eg eri ikki ein teirra, tí hetta er eftir mínum tykki sum at gera fjørðin um til eitt stórt uttandura samkomuhús, ið er opið allan sólarringin.

Sum borgari í Runavíkar kommunu vil eg mótmæla, at hesin krossur, ið eg meti at vera liður í einari áhaldandi trúboðanarherferð, verður settur upp. Her eru longu kirkjur, samkomuhús og krossar í hópatali, tú kanst velja ímillum, og friður veri við tí, tí her er trúarfrælsi í landinum, sigst.

Vinaliga,
Kári Sverrisson, Saltangará