Mótmæli harðliga ætlanunum hjá Bakkafrost

2013-07-10 03:33

Bleiv sera skelkað tá eg hoyrdi í tíðindunum í morgun, at Bakkafrost ætlaði at miðsavna alt virksemið sítt á Glyvrum. Hetta hevur so við sær, at Kryvjing í Klaksvík við 40 arbeiðsplássum  verður flutt úr Klaksvík.  Tað er nógv avleitt virksemi av Kryvjing til onnur virkir í Klaksvík og verður hetta so eisini flutt úr Klaksvík

Hetta er heilt ótrúliga langt úti av Bakkafrost at gera. Størsti parturin av fiskinum hjá Bakkafrost kemur úr Norðoyggjum.  Teir hava aliringar í Haraldssundi, á Pollinum, Borðoyavík, Árnafirði,  Við Selgjógv og í Hvannasundi.  Harnæst  hevur Bakkafrost  smoltstøð inni í Dølum, á Norðtoftum og í Kallsoynni. Bakkafrost situr soleiðis á øllum aliøkjunum í Norðoyggjum og á øllum smoltstøðunum.   Meir enn helmingurin av øllum fiskinum hjá Bakkafrost kemur úr Norðoyggjum. 

Tøkkin fyri alt hetta nú teir sita á øllum er, at teir flyta Kryvjing úr Klaksvík.  Bakkafrost hevur fingið sera góðar sømdir frá Klaksvíkar Kommunu og vit hava verið sera large móti teimum og roynt at fingið alt at borið til.  Tøkkin fyri hetta er at teir nú flyta alt úr Klaksvík.    

Um Bakkafrost førir hetta út í lívið,  so er spurningurin um vit ikki eru komin hartil, at vit skulu til at hyggja eftir aliloyvunum hjá teimum her norðuri, tí tey skulu væl endurnýggjast einaferð. Ein broyting kundi hugsandi verið, at alt annað virksemi í alingini skal tengjast,  at hvar aliringarnir fysiskt eru placeraðir.   Tá kann Bakkafrost   bara flyta aliringarnir  og smoltstøðirnar í Norðoyggjum  út á Glyvrar eisini. Teir skulu ikki bara brúka tað her norðuri, sum teir ikki kunnu fáa úti á Glyvrum og so hava alt annað virksemi á Glyvrum.  Hetta er sera vánaligt av Bakkafrost.  Tað var nógv meir hóskandi at teir útbygdu í Klaksvík og høvdu mesta virksemi her, tí meginparturin av livandi fiskinum kemur úr Norðoyggjum.  


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur