MØTIRØÐ Í BETESDA - fjølbroyttur sangur

Í døgunum frá mikukvøldi 31. januar til sunnukvøld 4. februar verða møtir í Betesda í Klaksvík.

Øll møtini verða kl. 20.00 uttan møtið sunnukvøldið 4. februar, ið verður kl. 18.00. Møtið hóskvøldið 1. februar er lýst sum eitt ungdómsmøti, men fólk í øllum aldri eru sjálvandi eisini vælkomin til tað møtið.

Teir, ið fara at tala á hesum møtunum, eru: Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal, Hjørleif Vang, Poul Jóhan Djurhuus og Páll á Lakjuni.

Boðskapurin, sum teir fimm fara at tala, verða brot úr brævinum, sum Paulus ápostul skrivaði til unga vin sín Timoteus. Paulus skrivaði Timoteusi tvey brøv, sum standa í Nýggja Testamenti – og boðskapurin hesar dagar verður tikin úr Fyrra Timoteusbrævi.

SANGLUTTØKA

Umframt felagssang verða eisini sangframførslur á møtunum. Mikukvøldið 31. januar fara Páll á Lakjuni og dóttir hansara Maria á Lakjuni Simonsen at syngja duett.

Á ungdómsmøtinum hóskvøldið 1. februar fara vit at hoyra ta ungu Mariu á Lakjuni úr Fuglafirði syngja.

Fríggjakvøldið 2. februar syngur Bárður á Lakjuni.

Leygarkvøldið 3. februar fara vit at hoyra sangbólkin VITAN syngja,

og á møtinum sunnukvøldið 4. februar syngur sangkórið í Betesda.

Teir fimm, ið fara at luttaka á hesum møtum, hava í meiri enn fjøruti ár – frá tíð til aðra – havt møtir og møtirøðir saman. Teir hava eisini mangan verið við til møtir í Betesda – og siga í tíðindaskrivi, at teir gleða seg nógv til hesar dagarnar saman við klaksvíkingum.