Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Møsn frá deyðum monnum ella orð hins livandi Guds

2013-08-09 22:41

Fyri stuttum tosaði eg við eina vinkonu um bíbilsk evnir, ið ofta verða umrødd til brúdleyp og jarðarferðir. Eitt teirra funnu vit á heimasíðuni “biblian.fo.” Har opnaðu vit Gamla Testamenti og lósu saman undurfull brot í ymsum kapitlum úr Hásonginum. Eftir lítlari løtu, vóru vit bæði samd um hetta, at vakra innihaldið í hesi Guds bók vekja streymandi hugflog og kenslur í menniskjum flest. Hásongur Sálomons er uttan iva verdur at verða stillaður inn til, at bera heiti Songur sanganna.

Umframt Hásongin, er orð Guds fult av veldiga ríkum tekstum, ið snúgva seg um bæði endaligar og ævigar sannleikar. Guddómlig heitir sum tað “alraheilagasta” og “Himmal himnanna” eru dømir um andaligt innihald, ið stingur nógv djypri enn tað sum eyguni síggja. Tað er enntá einki hámark í orði Guds, ið lýsa dygdir hins hægsta Guds. Og Gud sjálvur hevur givið Syninum alt vald í Himli og á jørð – hesin Sonur er sanniliga verdur at bera heiti “Kongur konganna” og “Harri harranna” – navn hansara er “JESUS KRISTUS!”

Elskaði lesari, tað stutta av tí langa er hetta, at orð Guds inniheldur alt, ið okkum tarvast. Men, tíverri vísa mínar royndir, at mong menniskju ikki geva sær stundir, at hoyra og lesa orð Guds. Slík atferð førir fólk burtur frá Jesusi og ein verður ongantíð Jesu eftirfylgjari. Tí andaligt afturstig viðførir altíð, at fólk trekkja seg aftur. Hetta forðar menniskjum at seta sítt álit á Gud og geva seg yvir til Jesus við at trúgva á Hann. Komin á vandamikla brekku fara tey at akta eftir alskyns ævintýrum og boðum manna, sum venda sær burtur frá heilaga sannleikanum. Endin verður syrgiligur og til allar seinast vanlukkuligur.

Ikki var tað snilt upphugsaði ævintýr, hinir elskaðu ápostlarnir gingu eftir. Tvørturímóti kunngjørdu Guds menn og kvinnur hina fullkomnu viðurkenningina og hitt himmalska útsýni í orði Guds. Ein heildarmynd, ið bæði sæst og gerst meira og meira verulig og fullkomin, fyri hvønn tann, sum viðurkennir Guds livandi og fullkomna orð, um okkara høgt elskaða Harra og Frelsara, Jesus Kristus! Orð Guds er einasti skrivaði sannleikin, ið er til. Orðið er ikki stovna av ymsum falstrúarbólkum, ið eru grundaðir á átrúnaðarligar skipanir, sum royna at skapa sær sína egnu heimsmynd.

Tað er eyðsæð í øllum Nýggja Testamenti hvussu avgjørdir ápostlarnir vóru í eftirtíðini. Teir høvdu hvør sær sínar egnu royndir og eina ovurhonds stóra vitan um Jesus. Ein dýrabar vitan, sum í roynd og veru stavaði frá jarðiska lívinum saman við Jesusi. Umframt hetta høvdu teir fingið opinbera í hjørtuni, ígjøgnum eygu, oyru og eitt dagligt lív saman við honum, at Jesus sanniliga var tann, sum koma skuldi. At Jesus var Kristus ella Messias, sum Jødarnir leingi høvdu bíða eftir. Ápostlarnir váttað við egnum orðum, at søgan um Jesus er sonn og álítandi.

Vitnisburðurin hjá ápostlunum er umfatandi og umfatar millum annað: (1) At moyggin Maria bleiv við barn við Heilaga Andanum, uttan at hava havt kynsligt samband við sín trúlovaða og elskaða mann ella øðrum manni. (2) At Jesus bókstavliga livdi eitt syndafrítt og lýtaleyst lív. (3) At Jesus gjørdi eitt ótal av teknum og undrum. (4) At øll vórðu sligin av undran yvir læru Hansara. (5) At Jesus gav tær møguleikan, at fáa semju við Gud við deyða sín og verða frelstur við lívi hansara. (6) At Jesus kemur aftur, á sama hátt, sum tey sóu hann fara til Himmals. Trýrt tú hesum?

Ápostlarnir vistu í hvussu so er, at søguligi veruleikin ikki rekst aftur. Í orði Guds lesa vit um eina røð av menniskjum við sterkum og eftirfarandi vitnisburðum. Vit lesa um Gud og Sátan, himmal og helviti, synd og rættvísi, frelsu og fortapilsið og mangt annað. Ápostlar og profetar staðfesta greitt og týðuligt, at Jesus er tann sum Skriftin sigur hann verða. Leggjast skal afturat, at Guds menn settu lív sítt í vanda, tá teir róku aftur ósannindi um Jesus. Íspunnar lygnir farisearanna, saddukeara og teirra fylgisveinum. Alt hetta skal sjálvandi handfarast sum søguligt prógv. Tí er tað einki undarligt í, at Sátan, sum er mótstøðumaður Guds, ígjøgnum menniskju altíð legst eftir orði Guds. Ígjøgnum allar tíðir hevur Sátan elt og roynt at tileinkisgera orð Guds.

Í hesum sambandinum vil eg fegin kunngera 2. Pæt. 1, 20 – 21, ið fær hægstu raðfesting og staðfestir hægsta myndugleikan í heilaga orði Guds.

“Ø20 Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing. Ø21 Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.”

Tað sæst beinanvegin, at stórur dentur verður lagdur á henda týdning, at øll sum viðgera Bíbliuna mugu fyrst viðurkenna alla Bíbliuna, sum verandi orð Guds. Tískil virkar boðskapurin hjá Pæturi sum ein ófrávíkilig fyritreyt, ið ferðast tvørtur ígjøgnum hjarta og opinberar hvørjari síðu, tú veruliga stendur á. Tí, alt dettur á gólv, um vit ikki fyrst viðurkenna hina gudgivnu fyritreytina, at øll Bíblian er orð hins livandi Guds. At einki profetorð í skriftini “er givið til egna týðing,” eisini umsett soleiðis, at einki profetorð í skriftini “verður týtt av sær sjálvum.” Eitt er víst, at Pætur tosar ikki um tulkingar í hesum álvarsorðum. Pætur leggur eins og Paulus dentin á, at øll Bíblian er innblást av Gudi. Tað vil siga, at ápostlarnir í Nýggja Testamenti og profetarnir í Gamla Testamenti vóru menn frá Gudi, drivnir av Heilaga Anda Guds og talaðu og skrivaðu Guds fullkomna orð til okkara.

Sannleikin í ørindi 20, at einki profetorð í Bíbliuni “verður týtt av sær sjálvum,” er sjálvlýsandi í fyrra partinum í ørindi 21. Altso, fráboðanin í ørindi 20 peikar ímóti hini endaligu frágreiðingini í ørindi 21. Fyrri parturin í ørindi 21 sigur soleiðis: “Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja;” eisini umsett soleiðis: “Tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja.”

Sostatt greiðir Heilagi Andin í Pæturi einfalt frá, hvønn Gud brúkti til at skriva sítt heilaga orð. Tað er eisini vert at vita, at Guds menn og kvinnur skulkaðu ikki undan gudstænastuni. Tey vóru líðin boðunum og høvdu onga ávirkan við egnari kraft, at tulka Guds visiónir og sannleikar, sum tey ávikavist talaðu um og skrivaðu niður á pappír. Einki í teirra profetisku tænastu fyri Gud var teirra egna. Hin profetiska tænastan viðvíkjandi skrivingini av orði Guds, var ein heilt serlig tænasta og fullfíggja av Guds útvaldu ætt – lýðin Ísraelsfólk. Og hvørt eitt einasta orð teir skrivaðu til okkara er frá Gudi. Trýrt tú hesum?

Í hesum samanhanginum er tað undurfult, at fáa náði til, at vísa á aðrastaðni í Bíbliuni, har profetarnir bæði granskaðu og rannsakaðu Skriftina og royndu at finna útav hvat teir høvdu skriva fyri Gud. Guds Andi segði teimum hvat teir skuldu skriva og einki teir skrivaðu var teirra egna. Tí er einki týtt av teimum sjálvum. Men teir granskaðu og rannsakaðu Skriftina. Loyndardómurin í hesum er, at tá fáa menniskju opinberingar frá Heilaga Andanum, soleiðis at tey skilja Bíbliuna. Eitt gott dømi um hetta lesa vit frá sama rithøvunda í 1. Pæt. 1, 10 – 12:

“Ø10 Um hesa frelsu var tað, profetar granskaðu og rannsakaðu, teir, sum profeteraðu um náðina, ið tit skuldu fáa. Ø11 Teir granskaðu, hvør ella hvussu tíðin var, ið Andi Kristusar, sum í teimum var, vísti á, táið Hann frammanundan vitnaði um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná. Ø12 Og teimum varð opinberað, at tað var ikki sær sjálvum, men okkum, teir tæntu við hesum, sum nú er tykkum boðað við teimum, ið hava kunngjørt tykkum evangeliið í Heilaga Andanum, sum sendur varð av Himli - hesum, sum einglar tráa eftir at skoða inn í.”

Teksturin staðfestir sanniliga einaferð enn, at profetarnir í 2. Pæt. 1, 20 – 21 einki høvdu at leggja afturat ella trekkja frá orði Guds. Heldur ikki høvdu teir sínar egnu teoriir ella persónligu meiningar um orð Guds. Tann sum hevur verið hjá Jesusi og fingið syndanna fyrigeving og tikið ímóti Honum við trúgv hevur Heilaga Andan í sær og má sostatt søkja Hann fyri at skilja orð Guds. Tí tað var Heilagi Andin sum innblásti Skriftina á pappír. At koma ígjøgnum tilfari kann taka langa tíð og hvør einstakur stendur í læru alt lívið. Men Heilagi Andin er uttan iva hann, sum tey frelstu mugu hava dagligt samband við – eisini tá tey lesa og hoyra orð Guds. Soleiðis gerast vit orðsins gerarar.

Um vit taka eitt sindur samanum er partur av niðurstøðuni hendan. Eftir at hava lisið hesi fáu bíbliuørindi skilst, at innihaldi í orði Guds, slett ikki er framleitt av menniskjum og sostatt ikki mannaorð um Gud, sum eisini er partur av heitinum á bók hjá elskaða Richard Danielsen sála. Tað allarneyðugasta “viðføri” hjá teimum sum skrivaðu orð Guds og sanniliga eisini hjá okkum sum lesa og hoyra orð Guds er HEILAGLEIKI. Klókskapur, gott hugflog og uppfinningarsemi verður ikki tikið uppí part, tí Gud hevur einans brúk fyri heilagum menniskjum at kunngera sítt heilaga orð.

Seinni parturin í ørindi 21 staðfestir tað sama, “nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.” Hesir menn vóru lýdnir í tænastuni og lótu Heilaga Andan fáa tamarhald á sínum lívið, tað vil siga, tamarhald á holdinum og lystum tess. Tástani gerst tað møguligt at verða “drivin” av Heilaga Anda Guds. Eg haldi tað verða ein sera lovandi og vónríkur tanki, at øll orðini í okkara Bíbliu eru livandi og framleidd úr ævigum tilfari – framleidd í Himmiríki. Jesus sigur í evangeliinum, at “Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.” Hóast upplýsing um so kraftmiklir sannleikar fara vantrúgvandi menniskju líka til endans, at spotta og háða hin livandi Gud. Og pappír, kultur- og lógarkristin fara altíð, at umfevna egnar tulkingar og soleiðis vraka og velja tey úr orði Guds sum teimum lystir.

Endin á slíkum verður revsing og ævig fortaping langt, langt burtur frá ásjón Guds og dýrd veldis Hansara. Amen!

Við ynski um eitt inniligt samfelag við Harran Jesus Kristus.

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

www.ragnarludvig.blogspot.com