Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Morgindagsins Føroyar

Eg fari at læna orðini hjá nýggja forsætisráðharranum í Québec, François Legault, og seta Føroyar inn í samanhangin:“Tað er møguligt at fáa politiskt ósamd frá gjárdagsins Føroyum til at arbeiða saman fyri morgindagsins Føroyum.”

Morgindagsins Føroyar krevja, at vit arbeiða sera strategiskt, at vit hava visjónir og seta í verk politisk átøk, sum kunnu fremja visjónirnar í verki.

Nøkur øki, sum heilt grundleggjandi skulu til í strategisku ætlanunum fyri Føroyar, eru:

· Eitt gott heilsuverk

· Ein góð útbúgvingarskipan frá barni og heilt upp til gransking

· Ein framfýsin vinnupolitikkur við einum altjóða persketivi

Tí gleðir tað meg, at vit hava gjørt týdningarmiklar raðfestingar innanfyri heilsumál, m.a. at útbúgva kommunulæknar og læknar til sjúkrahús, so vit fáa sett fleiri fólk við serkunnleika í føst størv og sleppa undan óneyðuga stóra vikarvirkseminum innan heilsuverkið.

Og eg skal nú fyrst seta ljóskastaran á útbúgving

Útbúgvingarøkið

Bygnaðarbroytingar fara fram í Mentamálaráðnum, og skulu skilja sundur ráð og tað, sum skal vera Undirvísingarstýrið, og eg ynski, at tær skulu eydnast væl.

Hildið verður eisini fram at menna eina vaksnamannaútbúgving eins og førleikameting.

Námsfrøðilig útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar er tíbetur farin í gongd aftur, og roynt verður at geva teimum mongu, sum mangla praktiska partin, sítt skeið og samstundis fyrireika eina nýggja skipan fyri námsfrøðiliga útbúgving til miðnámslærarar.

Miðnám á Kambsdali skal byggjast út til tann átrokandi tørvin hjá samanlagda skúlanum til felagsøki, til nýggj høli og tólk til náttúrubreyt og til at tryggja at Serbreytin og FabLab hava góðar umstøður. Ætlanin í fíggjarlógaruppskotinum er atjátta 1,5 mió. kr. í 2019, 5 mió. kr. í 2020, 8 mió. kr. í 2021, 3,5 mió. kr. í 2022 og 12,5 mió. kr. í 2023.

Rásin í Runavík, hevur stór ynski um eina útbygging, so tey kunnu taka fleiri næmingar inn, men nú nógvar byggiverkætlanir verða drýggjaðar, vegna stóra trýstið á byggivinnuna í Føroyum, so er sera ivasamt, um rúm verður fyri hesi íløgu á í 2019, men hetta er ein verkætlan, sum vit skulu raðfesta skjótt.

Altjóða Skrivstovan verður skipað saman við Studna, sambært viðmerkingum í fíggjarlógaruppskotinum, og tað vil eg frætta nógv meira um, men eitt er vit: tað er neyðugt at styrkja lestrar- og yrkisvegleiðingina – bæði inni á Setrinum, men eisini uttanseturs og meira mitt í samfelagnum.

Og nú eg nevni Studna, so eigur kunngerðarreglan um málskeið undir studningslóggávuni at verða broytt, so heimildin fevnir um fleiri enn nú, eins og viðgjørt í fyrispurningi mínum frá 22.november 2016: http://logting.fo/casewritten/view.gebs?menuChanged=17&caseWritten.id=905

Nýggj undirvísingartilboð verða ment, og m.a. verður farið undir nýggja útbúgving innan journalistikk, og er játtan sett av til hetta, eins og tvey ymisk útbúgvingartilboð verða fyrireikað á Sandoynni: Háskúlatilboð innan vistgrøði og ein listaútbúgving.

Fróðskaparsetur Føroya verður fígjarliga styrkt við 10 % og kann nú styrkja sína fyrisiting og gera nakrar raðfestingar í útbúgvingartilboðum. Eg hugsi, at skjótt verður vónandi ein BA-útbúgving í lóg á Setrinum, sum eitt og hvørt sjálvstøðugt samfelag má hava. Ætlaða listaútbúgvingin er rættiliga spennandi fyri eitt samfelag sum okkara, sum hevur eitt so kreativt fólk og so nógv listafólk.

Strategiskt arbeiði innan útbúgving er eisini at endurskoða fólkaskúlan, miðnám og yrkisútbúgvingarøkið – har vóni eg, vit náa á mál við viðgjørdum ætlanum, áðrenn samgonguskeiðið er runnið.

Mentanarøkið

Játtanin til Mentanargrunnin hækkar við 1,1 mió, so vit nú koma upp á tær ætlaðu 10 mió og harvið styrkja vit yrkislistina, sum lovað varð.

Filmsjáttanin er eitt av hjartabørnunum hjá hesi samgonguni, og tað hevur borið frukt, at upphæddin nú er 2.3 mió. Filmsjáttanin átti at verið hækkað javnt upp til 5 mió, so tað eiga vit at viðgera í heyst, tí tað er hesin stuðulin, sum ger tað møguligt hjá filmsfólki at gera føroyskar filmar – ein sera týdningarmikil miðil í fyri eina mentan – eitt mál.

Tjóðleikhús skal byggjast og í 2019 verður farið undir at fyrireika sjálva byggingina, og tí verða játtaðar 0,5 mió. kr. í 2019, 3 mió. kr. í 2020, 5 mió. kr. í 2021, 16 mió. kr. í 2022 og 34 mió. kr. í 2023. Vit vita, at ætlanin er at útvega uttanhýsis fígging, og hetta arbeiðið mugu vit strongja á nú beinanvegin, so vit kunnu síggja heilu verkætlanina við fíggingarleisti fyri okkum og kunnu halda tíðarætlanina.

Viðvíkjandi UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi, sum løgtingið samtykti tann 18. apríl í ár, so hoyrdu vit nú ein dagin um, at Grønland hevur sent umsókn um at fáa trummudansin viðurkendan, og hetta kann inspirera okkum til gera skjótt av við at fáa føroyska dansin og kvæðini viðurkend sum ein mentanararv heimsins.

Vit vita annars, at smærri upphæddir gera stóran mun á summum økjum. Eg havi skilt, at eini 200 túsund frá almennu Føroyum til orðabókagerð, kundu gjørt, at ein svenskt/føroysk orðabók, sum er í umbúna, kann fara av bakkastokki. Føroyskt mál mennist, so hvørt vit fáa føroyskar orðabøkur til onnur mál.

Og eitt sindur meira peningur í Týðaragrunnin vildi givið nógv fleiri týðingar - bæði av føroyskum tilfari til onnur mál og av heimsbókmentum til føroyskt mál – har stendur ein hálv mió, oga tað man vera tað allarminsta, vit kunnu liva við sum lutfalsliga fáment tjóð við lutfalsliga ríkum bókmentavirksemi.

Savnsøkið treingir til at verða dyrkað nakað meira, og vit vita, at eitt lógaruppskot er meira ella minni fyrireikað til at styrkja og professionalisera søvnini, so tað vildi verið áhugavert at arbeitt nærri við – eisini sum strategiskt arbeiði at styrkja okkarar mentan sum heild.

Kreativar vinnur og onnur vinnumál:

Tað er ótrúliga spennandi at vera partur av eini samgongu, sum raðfestir kreativar vinnur høgt. FabLab, sum kom á fíggjarlógina fyri 2017 fyri fyrstu ferð, varð valt til ársins átak á Vinnudegnum í 2018, og tað er sera gleðiligt.

Filmshús er farið í gongd í ár, og virksemið veksur og játtanin í 2018 1 mió fer í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 upp í 1,2 mió og ætlandi til 1,6 í 2020.

Tónleikaútflutningsstova skal setast á stovn við 800 tús í 2019 og ætlandi 1 mió í 2020.

Annars verður Maritimur depil mentur eins og ferðavinnan við innlendis menning. Fokus er á førleikar og vinnubrøv og hvussu vit allatíðina fylgja við menningini innan vinnuligar útbúgvingar.

Tað altjóða perspektivið í vinnu verður framhaldandi ment, og 3 mió eru settar av til nýtt sendistovuvirksemi í Eystri á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. Hetta er ein liður í arbeiðinum fyri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur.

Havrannsóknarskip verður bygt og eg fegnist um, at hendan samgongan fekk sett gongd á hetta týdningarmikla arbeiðið, sum skal fremja havgransking í Føroyum og føroyska gransking. Vit hava í 2016 samtykt ein fiskivinnugrunn, sum skal leggja lunnar undir menning, nýmenning og gransking innan okkara høvuðsvinnur. Stovnsfæið í grunninum kemur frá inntøkum frá uppboðssølu av veiðirættindum í 2016 og væntandi koma inntøkur frá uppboðssøluni í 2017 inn í grunnin í næstum. Eg ivist ikki í, at um hettar arbeiðið verður gjørt rætt, so kann hetta strategiska nýskapanarvirksemið gerast nakað stórt og virðismikið fyri Morgindagsins Føroyar.

Vil enda við einum sitati eftir Charles Aznavour, sum andaðist mánadagin 1.oktober: “Í morgin er týdningarmikil fyri meg, nógv meiri týdningarmikil enn í gjár. Eg hyggi frameftir!”