Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Monopolið hjá Tjóðveldinum og sosialistunum

Flogmonopolið varð hálovað av Tjóðveldi og sosialistum yvirhøvur, men Sambandsflokkurin tónaði reint flagg og mælti til kapping í staðin

Tað var Sambandsflokkurin ið tónaði reint flagg. Vit søgdu: lat okkum fáa kapping, so lækkar ferðaseðlaprisurin, ferðafólkini økjast í tali, og øll service betrast munandi.

Hetta er rætta medisinið, og tit skulu bara síggja, hvussu vinnan fær óánaðar eyka kreftir. Í talvuni niðanfyri sæst, at ferðafólkatalið hevur svingað seg upp, sum ongantíð áður.

2018 er sjálvandi ikki liðugt, vit eru í september, og í ár fer samlaða ferðafólkatalið væntandi upp við einum 10% fyri alt árið.

Soleiðis virkar heilvágurin, og alt hetta kemur føroyskum brúkarum til góða.

Nationalur stívkrampi

Vit minnast, hvussu politiska buktingin og rembingin gjørdist. Landstýrismaðurin virkaði til tíðir sum um, hann hevði fingið nationalan stívkrampa móti kapping, men mátti at enda bíta í græsið.

Fría kappingin er eisini ein av faktorunum til stóra folkavøksturin í Føroyum. Sjálvandi er tað ein avgerandi faktorur, at ferðaseðlaprísirnir hálverast ella so. Eisini gevur hetta útisetum ráð til at koma heim til Føroya. Hví? Tí monopolið hjá samgonguni er nú burtur.

Eitt ár eftir

Hvat hendi, nú eitt ár aftaná, at nationala monopolið fekk kapping? 100.000 ferðaseðlar hjá Atlantsflogi kosta minni enn 1000 kr. tur/retur.

SAS hevur eisini bíligar flogferðir, men lendir ikki líka regluliga enn, tí Atlantsflog er fremri í teknikkinum. Tað man fara at laga seg við tíðini.

Samanlagt er hetta ein fantastiska góð hending fyri vanliga føroyingin, sum nú hevur ráð til at flúgva. Vit mugu staðfesta, at nýggja leiðslan í Atlantsflogi virkar professionell og tænur føroyska samfelagnum burtur av, og eisini hevur tikið kappingina upp við beinleiðis ferðamálum úti í heimi, nú við nýggum nýmótans flogførum, væl arbeitt.

Eisini er hetta fult í tráð við útbyggingina av flogvøllinum til altjóða flúgving, kapping, service, ynskið um økt ferðafólka tal og betri prísir fyri brúkaran

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin