Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Money talks and bullshit walks

2021-05-24 11:24

Nakað soleiðis segði amerikanskur professari á evnisdegi um vald (makt) á universitetinum í Aalborg fyri 22-23 árum síðani. Vendingin varð søgd í samband við framløgu um støðuna í Meksiko har nógvar multinationalar amerikanskar fyritøkur høvdu flutt virksemi sítt í 1980árunum og 1990árunum.

Meksikonsku megin markið høvdu amerikonsku fyritøkurnar rættiliga frítt spæl. Uttan krøv frá myndugleikunum vóru umstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum sum best ber til. Lønarlagið so lágt, at tað bar illa til at liva av lønini. Nógv dømi vóru um, at fyritøkurnar “keyptu sær frið” frá lokalu myndugleikunum, hjá politikarum og embætisfólkum. Vóru kritiskar røddir frammi í t.d. fjølmiðlunum, so vóru “guerilla eindir”, sum tóku sær av, at hunddálkað journalistarnar – m.a. umvegis aðrar fjølmiðlar, tí har var altíð onkur, sum vildi tekkjast kapitalinum, tekkjast penga-monnunum. Í grovum førum vóru kritiskar røddir og familjur teirra eisini hóttar av “guerilla eindunum”.

Hetta ljóðar alt sum ein farin tíð og ikki minst sum søgur úr einum amerikonskum Hollywood-filmi.

Men í Føroyum uppliva vit í hesum tíðum tíverri eina “parallell-søgu” til søgurnar úr Meksiko fyri 20-30 árum síðani.

Herfyri varð í tveimum sendingum í sjónvarpinum hjá KVF varpað ljós á hvussu ein multinational-fyritøka, Samherji í Íslandi, sum eisini er virkin í Føroyum, umvegis føroysk feløg tykist hava brúkt ivasamar mannagongdir.

Sum verða man, so eru tað summi í Føroyum, sum halda, at sjónvarps-sendingarnar varpaðu ljós á nøkur viðurskifti, sum vóru heilt út um mark og at Føroyar beinanvegin eiga at skipa føroysku fiskivinnuna soleiðis, at útlendskar fyritøkur ikki kunnu virka í vinnuni. Tað vóru eisini nógv sum vístu á, at søgurnar í sendingunum “Teir ómettiligu” vóru íspunnar, tiknar úr leysum lofti og uttan hald í veruleikanum.

Sjáldan rýkur av ongum eldi ljóðar orðatakið.

Stutt eftir sendingarnar í KVF rindaði Samherji 17 mió. Kr. til TAKS, uttan at TAKS hevði gjørt vart við at Samherji skyldar TAKS nakað. So helst er okkurt í málunum, sum ljós vórðu varpaði á í sendingunum “Teir ómettiligu” – og sjáldan rýkur av ongum eldi.

Tað nýggjast er, at Samherji eisini hevur lært av amerikonsku multinationalu-fyritøkunum í Meksiko.

Íslendskir miðlar hava um dagarnir avdúkað, at Samherji síðani 2019 hevur havt eina “guerilla eind”, sum hevur til endamáls m.a. at tryggja at Samherji bara fær jaliga umtalu í miðlunum og hartil tippa kritiskar røddir.

Guerilla eindin hevur seinasta 1½ árið lagst eftir íslendskum miðlafólkum, sum hava verið kritisk tá umræður Samherja – og ikki minst lagst eftir fyrrverandi starvsfólkum hjá Samherja, sum hava avdúkað virkisháttin hjá Samherja til fjølmiðlar og myndugleikar.

Avdúkað er eisini í íslendskum miðlum um dagnar, at guerilla eindin hjá Samherja hevur leitað til Føroyar við miðvísari ætlan um at spilla út miðlafólkini, sum gjørdu sendingarnar “Teir ómettiligu”.

Eins og amerikonsku fyritøkurnar í Meksiko, so varð ætlanin at gera hetta umvegis aðrar føroyskar fjølmiðlar – og í Føroyum var blaðstjórin í Dimmalætting klárur at taka ímóti skjølum frá Samherja um tey bæði miðlafólkini handan “Teir ómettiligu”. Við í teldupost-samskiftinum við blaðstjóran í Dimmalætting er Páll Steingrímsson, skipari hjá Samherja, Eiríkur Jóhannsson, nevndarformaður í Samherja, Arna Bryndis McClure sakførari hjá Samherja, Þorbjörn Þórðarson PR-ráðgevi hjá Samherja, og Anfinn Olsen, stjóri í Framherja í Føroyum.

Greinin í íslendska miðlinum Kjarninn kann lesast í fullum líki her (https://kjarninn.is/skyring/faereyjaaaetlun-skaerulidadeildarinnar/) – og er greinin grundað á innanhýsis skjøl hjá Samherja, sum Kjarninn hevur fingið innlit í. Hesi skjøl fevna eisini um avdúking av, hvussu leiðslan í Samherja var virkin partur í at orða tíðindaskriv hjá Anfinni Olsen, stjóra í Framherja, “Eitt átak hjá KVF móti Framherja” tann 10. apríl 2021.

Framferðarhátturin hjá multinationalu fyritøkum er kendur og avdúkaður kring allan heim. Hvat drívur hendan framferðarháttin – jú, tað gera pengar, møguleikin at vinna enn meiri pening til seg og sína fyritøku. Um hetta førir við sær kostnaðir fyri onnur – fyri fólk, lokalsamfeløg, ella tjóðar – ella bróta á reglur ella lógir – ja, tað gerst ikki við.

Tí Money talks and bullshit walks.


Dennis Holm