Møguleikar geva góðan fólkavøkstur

Á ólavsøku verða vit umleið 51.000 fólk búsitandi í Føroyum. Hetta er sannilga at frøast um. Fleiri og fleiri velja Føroyar sum landið, har tey vilja liva og virka. Størsti fólkavøksturin er í aldurbólkinum 20 - 39 ár, og alt bendir á, at fólkavøksturin í 2018 verður enn størri enn fólkavøksturin í 2017. Hetta boðar Hagstovan frá. Sanniliga eru hetta gleðilig hagtøl.

Hóast tað ikki beinleiðis er útgreinað hví fleiri og fleiri ung fólk velja Føroyar til, mugu vit kunna staðfesta, at tað kemur av, at tey síggja møguleikar her heima. At barsilsfarloyvið er longt man eggja ungum familjum at velja Føroyar til. Styrktu átøkini barnafamiljunum at frama munnu eisini gera sítt og økja um møguleikarnar. At lestrarstuðulsskipanin er styrkt munandi og lestrartilboðini betrað, eggjar uttan iva fleiri lesandi at taka sína útbúgving her heima.

Enn eru bústaðarmøguleikarnir ein avbjóðing, men fleiri íbúðir eru bygdar. Hetta økir møguleikarnar og gevur fleiri íbúgvum okkara betri og hóskiligari kor. At nógv virksemi er í landinum, og arbeiðsloysi er lágt, gevur møguleikar, ikki minst til virkisfús ung fólk, ið vilja byggja land saman við okkum. Yvirskotið á fíggjarlógini fremur bjartskygni, og eitt nú ein vaksandi ferðavinna økir um møguleikar hjá íverksetarum at sjóseta síni góðu hugskot. 

At fólkavøksturin er so stórur, kann geva avbjóðingar til kommunur og land, men semja man vera um, at slík avbjóðing er verd at taka á seg. Javnaðarflokkurin vil áhaldandi skapa karmar, sum gera, at vit geva fólki, sum her vilja búgva, møguleikar at fjølgast í tali og at velja Føroyar til. Tað veri seg sum lestrar-, arbeiðs- og heimstað sítt.

 

Jónleif Johannesen