Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Møguleikar at velta upp úr nýggjum

2012-09-15 16:26

Vit skulu í størstan mun gagnnýta jørðina og lata allar arbeiðsfúsar hendur sleppa framat! Tí vóni eg, at Nólsoy er ein partur av tí ALS-stjórin hevur í huga, tá ið hann nevnir at ymsar ætlanir eru fyri framman. Høvuðsstaðurin skal leita fram nýggjar vinnur, og tí kunnu vit taka lógvatak, øllum at frama.

Fyri nøkrum árum síðani var kál-velta í Nólsoy. Royndin vísti, at væl bar til at velta kinakál og minnist meg rætt, so var m.a. selt í Føroya Keypsamtøku. Talan var um góða góðsku og væl skjótari er at flyta fríska vørur um Nólsoyarfjørð enn at keypa uttanlands.

Nú ALS-stjórin leggur fram hugskot, at arbeiðsleys sleppa at royna nýggjar leiðir, hugsi eg at vert er at taka upp aftur royndina at velta kál. Eg ivist onga løtu í, at onkur er, ið kann leiðbeina, tá ið umræður at velta, og eg ivist heldur onga løtu í, at til ber at skipa samstarv við eigara ella eigarar, at gagnnýta jørð í Nólsoy.

Síðani hugsi eg, at verkætlanin hevði eisini verið spennandi fyri Tórshavnar kommunu, um hetta lutvíst var skipað í samstarvi við "Ung í arbeiði". Á hendan hátt hevði borið til at lati arbeiðsleys fingið arbeiðsgleði, samstundis sum ung fingu møguleika at gera sær arbeiðsroyndir.

Skuldi verkætlanin fingið eitt eyka spennandi innskot, so vildi eg skotið upp, at Fróskaparsetrið og fólk innan matstovu-vinnu, fingu møguleika at sett síni fingramerki á verkætlanina.

Lat okkum finna leiðir at gagnnýta tilfeingið, skapa arbeiði og finna loysnir, ið eisini loysa okkum frá tørvinum at innflyta ovurstóra nøgdir óneyðugt.

Vit eiga tilfeingið og vit eiga ábyrgdina!

Jákup av Skarði