Móðurmálsdagur er mega nice!

2019-03-25 10:19

Í dag er móðurmálsdagur. Dagurin er eitt høvi at dvølja við okkara móðurmál, ið sum oftast bara flýtur úr munninum og frá knappaborðinum, uttan at vit hugsa stórvegis um tað. Málið finst og er ein av eginleikunum, sum skilir okkum menniskju frá øðrum djórum.  

 

Móðurmálsdagurin í ár

Í ár verður nógv gjørt burturúr móðurmálsdegnum, sum seinastu árini hevur verið hildin á føðingardegnum hjá Venceslaus Ulricus Hammershaimb. Í ár eru 200 ár síðani, hann varð borin í heim, og í hesum døgum eru nógv spennandi tiltøk kring landið, sum vísa á hansara stóra arbeiði til frama fyri føroyska málinum.

Hóast mangt eitt skúlabarnið man hava suffað so sáran um ð og um aðrar reglur fyri rættskriving, hava vit nógvar orsøkir til at heiðra Hammershaimb, tí varðveitingin av føroyska skriftmálinum er hansara verk. Og í dag er tað ein sjálvfylgja, at vit hvønn dag orða okkum á føroyskum skrivliga og munnliga, í gaman og álvara, gerandis og heilagt.    

  

Sjeytúsund tungumál – helvtin doyr út

Sambært Halgubók, sum vit eisini hava á føroyskum, var tað Harrans revsing, at vit tosa ymisk tungumál, og at vit ikki eru før fyri at skilja hesi nógvu málini, sum finnast á jørðini.

Revsing ella ei, heimsins málsligi veruleiki er fløktur. Í dag finnast umleið 7.000 ymisk tungumál, og av hesum tosa einans tvey prosent av heimsins íbúgvum tey 4.000 málini. 40 prosent tosa tey 8 mest tosaðu málini, og vandi er fyri, at helvtin av øllum heimsins tungumálum eru útdeyð, tá ið hendan øldin er farin.

Hóast málstríðið um formligu støðuna hjá okkara móðurmáli er vunnið, er ikki ráðiligt at sita fram á árarnar, og vit mugu syrgja fyri, at føroyskt ikki verður millum tey 2.000 málini, sum doyggja út komandi 100 árini.

  

Málskifti

Í seinastu útgávuni av Frøði, sum annars er halgað Hammershaimb, er áhugaverd grein um máldeyða og málskifti eftir Hjalmar P. Petersen, granskara. Sambært hesi grein er tað ikki óhugsandi, at vit standa fyri einum málskifti í Føroyum, har vit fara frá føroyskum yvir til at tosa enskt. Hjalmar sær fyri sær, at enskt í framtíðini kann verða skriftmálið, og talumálið verður eitt føroyskt litað enskt. Men, sum hann eisini førir fram, ber til at forða fyri hesi gongd, millum annað við at útbyggja máltøknina, so at vit fáa føroysk forrit í staðin fyri ensk og donsk.

Hesum taki eg fult undir við. Í dag er málstríð eisini eitt stríð um, hvat mál vit brúka, tá vit samskifta við telduna og við snildfonina, og tankin um at verða noydd at biðja robottin um ein kopp av kaffi á enskum er alt annað enn lokkandi. So hetta er eitt arbeiði, sum skal raðfestast politiskt.

Harumframt nevnir Hjalmar týdningin av at raðfesta skipaða undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar. Eisini hesum taki eg fult undir við, tí ein væleydnað integratión er treytað av, at okkara nýggju borgarar hava góðar møguleikar at læra seg føroyskt, og í dag er málundirvísingin alt ov tilvildarlig.   

 

Skal røkka á øllum økjum

Vit hassjtagga á Instagram, og vit sangdubba í Glitnir. Hesi og nógv onnur orð eru á heimasíðuni hjá Málráðnum, har vit finna vit føroysk orð fyri nýggjar veruleikar, og nógv av hesum orðunum eru eftir mínum tykki væleydnað. Men tíðin má vísa, hvussu útbreiðslan av orðunum verður. Neyðugt er í øllum førum, at allir partar gera sítt, og at foreldur, lærarar, fjølmiðlar og vit politikarar eru tilvitað um uppgávuna at brúka nýggju orðini í okkara samskifti.

Árligi móðurmálsdagurin er eitt gott høvi at minnast til, at málið skal mennast, so tað ber til at seta orð á allar teir veruleikar og á allar tær støður, sum vit menniskju liva í í dag. Vit eiga øll okkara móðurmál, og vit skulu kunna brúka tað at orða okkara tilveru og okkara lív á øllum økjum og í øllum støðum, tí annars er málið ikki nóg livandi og nóg rúmligt. 

 

Ynski øllum ein góðan móðurmálsdag.

 

Á móðurmálsdegnum tann 25. mars 2019,

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin