Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Misvísandi tíðindaflutningur í KVF um FarGen

2014-01-31 04:32

Í tíðindasendingini kl 18 hósdagin 30 januar 2014 vóru tvær samrøður viðvíkjandi FarGen. Lurtarin bleiv settur eftir við tí fatan, at FarGen var kolldømt av bæði donsku og føroysku vísindasiðsemisnevndunum og at verkætlan ikki lýkur føroyskar lógarkarmar. Hetta er ikki rætt og undirritaði hevur gjørt vart við hetta í Kringvarpinum

Danska nationala vísindasiðsemisnevndin (DNVK) segði, at fyrsta uppskotið var bæði ein biobanki og granskingarverkætlan, og mælt var til at býta verkætlanina sundur.

FarGen fylgdi tilmælinum frá donsku nevndini

FarGen hevur fylgt tilmælinum frá donsku siðsemisnevndini ,og avgerð var tikin um at byggja FarGen upp í tveimum lutum. Talan er um at byggja upp ein “biobank udenfor forskningsprojekt”, sum skal liggja í Vevnaðarskránni hjá Ílegusavninum. Hitt var at gera eitt føroysk referencugenom, ein umsókn, sum er send til Vísindasiðsemisnevndina, men ikki er viðgjørd.

Sambært svarinum frá , hevur tað verið uttanfyri heimildarøkið hjá Vísindasiðsemisnevndum at viðgerða uppbygging av “Biobank udenfor forskningsprojekt”.

Danskt notat um “biobank uden forskningsprojekt”

Hvørt uppbygging av skrá uttan gransking skal viðgerast av Vísindasiðsemisnevndum hevur verið eitt ivamál í donsku skipanini, og í notati frá 13. Juni 2005 frá Indenrigs- og Sundhedsministeriet – og sum danska nationala vísindasiðsemisnevndin vísur til á síni heimasíðu og sendi okkum í samband við viðgerðina av FarGen umsóknini, stendur:

Biobanker etableret med henblik på en eventuel fremtidig forskning – biobanker uden for forskningsprojekt – kan ikke godkendes af komitésystemet, da der savnes hjemmel hertil, ligesom der heller ikke er behov for sådan hjemmel, da det indsamlede biologiske materiale ikke er gjort til genstand for forskning. Sådanne biobanker med forskningsformål skal udelukkende anmeldes til Datatilsynet. ( http://www.dnvk.dk/forskere/vejledning%20modul/kapitel%202_0/kapitel%202_6/~/media/Files/cvk/loveogregler/Brevfortolkning.ashx .

Føroyska Ílegulógin ger, at í Føroyum skulu allar verkætlanir, sum eru tengdar at ættartræi, gerast í samstarvi við Ílegusavnið. Eisini skal ein sáttmáli skal skrivast við Ílegusavnið. Júst hettar tryggjar, at allar verkætlanir lúka galdandi lógarverk, tað skal Ílegusavnið tryggja - og hetta er eisini galdandi fyri FarGen.

Tað bleiv greitt frá i samrøðuni við Finn Koba, at FarGen tekur støði í Ílegulógini, og sjálvsagt at virða lógina – og at menningin av FarGen hevur verið við støði í tí politisku visjón, sum var við Ílegulógini. Hetta bleiv tíanverri klipt burtur.

Bogi Eliasen

Verkætlanarleiðari, FarGen

FarGen