Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

MISSIÒNSHÚSIÐ Á STRONDUM, nýmótans bygningur

Kristiliga Tíðindatænastan v/poul jóhan djurhuus / gjaranes@gmail.com / Tlf: 228314 SKRIVAÐ: 05.03.2018


________________________________________________________________________________________

Leygarkvøldið, 24. februar, var nógv fólk savnað á Strondum í samband við, at nýggja Missiónshúsið varð tikið í brúk.

Fyri 11 árum síðani, í 2007, varð fyrsti fundur hildin har tosað varð um tørvin á nýggjum missiónshúsið á Strondum. Gamla missiónshúsið, sum varð bygt í 1936, nøktaði ikki longur tørvin, sum tíðin í dag setur. Tað gekk torført at finna byggiøki, men eftir eitt bønarmøti á einum stýrisfundi, har tað varð biðið miðvíst fyri nýggja grundøkinum, gekk bert ein vika, tá grundøkið hinumegin vegin, tætt við gamla Missiónshúsið, var til sølu. Stýrið gjørdi av at keypa grundøkið har handilshúsini Strandacentrum høvdu staðið í mong ár.

SPAKIN SETTUR Í

3. november 2012 var spakin settur í, og Rósing Thomsen, stýrisformaður í Missiónshúsinum, segði í síni talu, at tað ongantíð hevði verið steðgur í arbeiðinum orsaka av manglandi fíggjarligum stuðuli. TN-bygging hevur staðið fyri arbeiðinum og EM-ráðgeving hevur teknað.

Leygarkvøldið 24. februar kl.18:00 varð húsið vígt og tikið í brúk. Millum 250 og 300 fólk høvdu leitað sær inn í nýggja missiónshúsi, og har var ein drúgv og innihaldsrík skrá skipað til hátíðarløtuna. Nógvar vór talurnar bæði upplýsandi, skemtiligar og álvarsamar. Tað varð heilt greitt sett út í kortið í røðunum, at húsið hevur óavmarkaðar virkismøguleikar, men at tað er alneyðugt at arbeiði í húsinum verður grundað á Klettin Jesus, í fylgi við Orðinum og bønini.

Nógvur sangur var á skránni, bæði felagssangur og kórsangur, har barnakórið og Effatakórið framførdu.

Ein av høvuðsrøðarunum var lærarin Sverri Kass. Hann vísti á Jeremias profet í Gamla Testamenti, sum varð kallaður at tala Guds orð undir sera ringum umstøðum. Hann legði dent á, at vit kenna ikki framtíðina, men at einki er Harranum ómøguligt.

VÍGSLAN

Tað var Símun Persson Jacobsen prestur á Gjaranesi, sum vígdi húsið. Hann tók nakað soleiðis til í vígsluprædikuni: “Eg kann í dag samgleðast við tykkum. Tað varð nógv bygt av missiónshúsum og salum í Føroyum í teimum trongu trýatiárunum, har ímillum gamla Missiónshúsið á Strondum. Í dag eru tíðirnar betri, og fleiri missiónshús og salar eru undir bygging. Vónandi verður hetta byrjanin til nakað stórt. Nýggju karmarnir, sum geva størri møguleikar, kunnu ikki sammetast við teir gomlu. Gagnnýtið møguleikarnar, sum liggja víðopnir fyri okkum. Byggir ikki Harrin húsið, so arbeiða teir til fánýtis, sum byggja at tí.”

LOGONAVN

Undir byggingin varð ein navnanevnd sett, sum skuldi taka støðu til almenna navni hjá nýggja húsinum. Biðið var um uppskot frá bygdafólkinum, og fimtan uppskot komu inn. Tað var Jan Jacobsen úr Kolbeinagjógv, sum avdúkaði navnið. Hann segði, at táið navnanevndin sá uppskotini, so varð hon við tað sama samd um, hvat av innkomnu uppskotunum kom at falla væl í oyrunum á øllum.

Uppskotið hjá Róa Rasmussen, MISSIÓNSHÚSIÐ Á STRONDUM, varð samtykt av nevndini. Navnið er rættuliga sjálvsigandi, og uppskotsstillarin hevur eisini havt í huga, at navnið eisini skal vera eitt logo fyri húsið, har skapi í bygninginum sæst aftur í fyrsta stavinum.

Aftaná varð bjóðað til nátturða í hugnaligu og rúmligu kjallarahølunum, sum ætlanin er eisini at brúka til barna- og ungdómsarbeiði. Undir nátturðanum var orði frítt, har nógv nýttu høvi at bera fram eina heilsan, har ímillum Jógvan Fríðriksson biskupur og Uni Næs dómpróstur.