Misrøktan av djóri.

2015-03-19 01:03

 Nú mín áhugi er at stilla upp í politikki, havið eg nógv uppá hjarta sum skal og má broytast við lóg, at fólk sita runt ymsastaðir og melda baði við og uttan grund misrøktan av djórum, fáa vit ikki eina nýggja modernað djóraverndarlóg sker einki á hesum økið.


Bert ein hugsunarháttur at broti niður gamlan djóraverndarlóg og hugsunarhátt og fáa ungdómin frá 1. klassa at síggja hvussu vit skulu umsita djór okkara, frá fyrsta degi til djóri liggur sum døgurðamatur.


Djóraverndarlógin skal endurskoðast. Lógin er ikki nútíðarhóskandi longur og treingir til stórar ábøtur. Um persónur ella festari letur djór síni fella fyri vanrøkt, skal hesin eftir 3 ávaring hann fær, missa rættin til at hava djór ella festi.


Tað sum undrar meg er, at fleiri og fleiri fáa sær djór, hvar tey hava eitt frímerkið at lata hesi djór verða á, vit síggja dømir hvønn dag misrøktan av djórum, baði stór og smá.


Tað hevði verði ynskjandi at fingið lógina broytta so, at núverandi djóraverndarfelag kundi umsiti mál um djóravernd, sum í hinum Norðanlondum.


Tað hevði verði eitt uppskot at fingið broytt hugburðin hjá fólki, eitt nú vit at broytt aldargomul djóraverndarlóg. Eg kundi hugsa mær at nevndin í djóraverndarfelagnum hevði størri makt so tá ein fráboðan kom um misrøktan av djóri.


Hetta kundi verði gjørt á ein lættan og smidligari hátt, vit skulu fyrst hugsa um djóri, næsta er at broyta hugsunarhátt hjá tí einstaka, hetta kundi verði gjørt sum eitt uppskot hvar skúlarnir høvdu undirvísing í djórahald og ikki minst vísa á at eitt djór ikki bara er eitt djór, fáa vit broti hugburðin hjá teimum ungu fáa vit eisini broti hugsunarháttin hjá teimum sum í dag eiga / festa garðar.


Vinarliga


Sofus Hansen.