Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Misbrúk av farloyvisskipanini hjá Tórshavnar Býráð

2019-12-20 11:56
Kommunalpolitikkur - 

Annika Olsen, borgarstjóri fer lætt um sannleikan - tað, sum hon førir fram alment er ikki í tráð við galdandi mannagongdir og siðvenjur í Tórshavnar Býráð, tá talan er um farloyvi til býráðslimir.

Í §18 stk. 2 í løgtingslóg um kommunustýri stendur: “Berst kommunustýrislimi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar, skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og tiltakslimurin verður innkallaður.” Í “§ 19 stk. 1. Tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri at luttaka, fer innkomin tiltakslimur út.”

Tórshavnar Kommuna hevur alla mína tíð og langt áðrenn mína tíð, praktiserað, at tá ein søkir um farloyvi skal ein verða burtur í minst 14 dagar, t.v.s. tú kanst ikki í hesum farloyvistíðarskeiðnum koma aftur í ótíð.

Hvat er so orsøkin til, at mann hevur praktiserað hesa mannagongd. Fyri tað fyrsta so stendur týðuliga og greitt í kommunustýrislógini, at fyritreytin fyri at kalla inn tiltakslimin er, at viðkomandi kommunustýrislimur ikki kann røkja sítt starv í meira enn 14 samfullar dagar. Sostatt hevur hevur kommunustýrislimurin sjálvur fráboðað forfall uppá “minst” 14 dagar, og er tað tá natúrligt at skilja hesi boðini, sum eitt avkall uppá at taka sætið í kommunustýrinum innan umrøddu freist.

Fyri tað næsta skal ein ikki kunna mistulka og reinga hesa lóg til egnan fyrimun. Tað skal skiljast soleiðis, at ein søkir um farloyvi frá býráðsarbeiðinum ein mikudag, tá býráðsfundur er, tí har kemur eitt keðiligt mál fyri, sum býráðslimurin helst vil sleppa frá at taka støðu til. Men dagin eftir er fundur í teknisku nevnd, har kemur eitt mál fyri, sum býráðslimurin hevur alstóran áhuga at luttaka á, tí har eru atkvøður at heinta.

Hvat ger býráðslimurin so sambært lógini - so sum Annika tulkar hana? Jú, hesin sjúkrameldar seg til býráðsfundin, og tá býráðsfundurin er lokin, boðar hann frá, at hann aftur er førur fyri at røkja býráðsarbeiðið.

Hettar hevur fyrrverandi kommunustjórin longu fyri 40 árum síðani sæð koma.

Tí er innførd ein mannagongd og praksis frá lógini, soleiðis at ein skal verða burtur í minst 14 dagar (samanhangandi) - fyri ikki at misbrúka farloyvisskipanina og til egnan fyrimun.

Er ein í farloyvi úr Løgtinginum t.d.,skal ein verða burtur í minst í 7 dagar (samanhangandi) og kann ikki møta aftur í ótíð ella áðrenn hetta tíðarskeið er runnið.

Býráðsfundurin varð niðurlagdur tí ivi varð sáddur um tann eini býráðslimurin kundi luttaka. Vit mettu ikki, at mannagongdir, sum vóru praktiseraðar í yvir 40 ár, vórðu hildnar, við at verða burtur í minst 14 dagar.

Borgarstjórin fór av fundinum við embætisfólkunum at kanna málið. Løtu seinri komu tey aftur, har borgarstjórin kunnaði okkum um, at tey høvdu tosað við Innlendismálaráðið, att. Hilmar Høgenni og ein danskan advokat, sum søgdu, at ein kundi koma og fara, sum einum lysti.

Har lá einki telefon-notat fyri okkum, við hesari kunning frá Innlendismálaráðnum.

Tað, sum vit høvdu praktiserað í Tórshavnar Kommunu í yvir 40 ár, var ikki galdandi longur.

Tá fóru vit av fundinum út í gongina at tosa saman - borgarstjórin kom við og bæð okkum koma inn í annað rúm at tosa, og løtu seinri kom kommunustjórin eisini inn. Eftir eina løtu, fór borgarstjórin útaftur, meðan vit tosaðu við kommunustjóran, og tók býráðsfundin uppaftur og beindi málið í nevnd, sjálv um býráðið ikki var viðtøkuført - og vit vistu av ongum - hon breyt her sjálv kommunustýrislógina, við tað, at býráði ikki var viðtøkuført.

Borgarstjórin sigur ikki allan sannleikan í greinini í Sosialinum.

Um rætt varð farið fram, kallaði kommunustjórin umvegis borgarstjóran allar kommunustýrislimirnar til fundar, og kunnaði teir um broyttu siðvenjurnar og praksis, sum ikki vóru galdandi longur. Tað kom í gjár, men undir skeivum fortreytum. Tá kundu allir býráðslimir komið til orðanna, og sagt sína hugsan um, hvussu teir mettu farloyvisreglurnar skuldu umsitast. Kanska vit blivu samd um eina mannagongd, sum t.d. tann, sum er galdandi í Løgtinginum, tá søkt verður um farloyvi.

Um neyðugt eigur kommunustýrislógin at verða broytt, soleiðis at eitt farloyvistíðarskeið verður t.d. 7 ella 14 dagar á gangin og at forðað verður fyri, at fólk kunnu venda aftur í ótíð ella áðrenn henda freistin er farin.

Tað kann ikki vera rætt, at býráðslimir kunnu renna út og inn í sambandi við farloyvi, soleiðis sum borgarstjórin og hennara ráðgevar nú leggja upp til.

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu

RN