Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Minningarorð um Paulu

2019-03-11 15:51

Í teirri so vøkru minnistaluni yvir Paulu brúkti Inga Dam Poulsen tolni sum eina mynd uppá eina gávu. «Tolni er ein gáva sum inniheldur umsorgan og tokka». Hon meinti at «tolni framaldi góðar tankar, góð ynskji og eina vón um nakað gott». Hendan vakra myndin av Paulu er so júst so málandi, sum vit sum kendu Paulu sóðu hana í tí dagliga.

Paula var ein av fleiri konum her á garðinum sum nú hava lagt frá sær. Kvinnur sum traðkaðu barnaskógvarnar í teimum fátæku tredivuárunum. Og hettar vóru trongar tíðir í Føroyum. Tað var ikki so nógv tíð til barndóm og genturnar máttu skunda sær at blíva vaksnar. Tí tá tú var 14 ár so skuldi tú kunna alt tað sum ein vaksin kundi. At leggja seg eftir tí sum tey lærdu, og at vaksa skjótt við uppgávunum var alt umráðandi.

Tað hevur so mangan undra meg ta tolni sum lá í hesum konunum, tó at tær komu úr so trongum korum. Og útbúgving høvdu tær onga, kanska bara 7 flokk. Tað var nokk bara Herdis, tann framúr sjúkraplejirskan av øllum her sum hevði eina útbúgving. Men tað var ein lívsins skúli sum tær høvdu brynja seg til. Tað sum sermerkti hesar kvinnurnar var ongantíð at gerða onki. Ongin tíð mátti fara til spillis. Paula hevði altíð stokkarnar við. Setti hon seg niður, hvar hon so var, so var hon líka aktiv sum um sat hon við seymimaskinuna. Tað munnu verða óteljandi føtur sum hon hevur glett við sínum bundnavørðum.

Tá kvinnurnar frá hesum árgangunum blivu vaksnar og sjálvar skuldu halda hús, tá fingu tær ikki annað við á ferðini enn eitt vaskibretti og ein Morsø komfýr. Og tað skuldu tær klára seg við. Tað ráddi so um at hava nokk av koli til brensul. Fleiri av monnunum vóru burtur meira enn teir vóru heima, tí her á okkara klettum var ikki nóg mikið til at lívbjarga sær við. Og Paula sum fleiri mátti klára seg sjálva við børnunum tey fyrstu barnaárini. Og hentleikar vóru ongir. Vaskimaskinur og køliskáp vóru ikki til. Libero blæðurnar vóru ikki uppfundnar so hvør skrapublæða mátti vaskast við hond. Tað var ongin miðstøðuhiti, so nógvar morgnar kundi tað verða troystarleyst at skula upp til tey køldu húsini, bæði vetur og vár. Hvønn morgun mátti kyndast upp í Morsø komfýrinum. Og so til at matgerða. At fáa vatn uppá kók til fyrsta drekkamunnin tók ein heilan tíma ella meir. Øll matgerð mátti gerast frá grundini, tí liðugtvørur sum nú vóru ikki. At velta eplir og at fáa til sín av tí, sum sjógvurin og hagin annars gav var tað berandi í húsarhaldinum. Sjálvt mjólk kundi ikki keypast, men heintast hjá teim sum høvdu kúgv. Og onki mátti fara til spillis. Alt mátti koma til sættis.

Paula misti pápa sín longu sum 15 ára gomul. Mamman sæt eftir sum onkja við 8 børnum harav Paula var næsteldst. Hon mátti so taka ábyrgd sum ein vaksin. Onki var sum at forsorg ella socialar skipanir, tí har vóru ongir pengar í landinum.

Og Paula hevði hettar tolni. Ongantíð hoyrdi eg hana grenja. Ongantíð rópa ella banna. Ella bara taka sær eitt glas av víni ella ein royk sum vit onnur. Altíð gav hon sær tíð og altíð rætti hon út hondina tá tað var nakað. Hvat var tað sum bar hesa konuna ?

Maðurin mátti halda nógv av Paulu, tí nokk so tíðliga keypti hann henni eina gassgrýtu sum hon kundi kóka klæðir í. Onkuntíð tá mamma ikki fekk klæðini rein so mátti hon oman í kjallaran hjá Paulu. Og har stóð hurin altíð opin.

Tær bakaðu breyð

Tað hjálpti væl at Skælings Jógvan fór at bakað aftaná kríggji. Hann bakaði so góð breyð og til so yvirkomiligar prísir. Men so gavst Jógvan at baka. Tað mundu ganga eini 10 ár har ongin bakari var og til Valdemar byrjaði í 1973. Tá var so Morsø komfýrurin aftur góður at taka til. Tað munnu tað verða nógv fólk sum minnast. Onkuntíd tá mamma skuldi baka breyð og súrdeiggji var farðist, so bleiv eg sendur inn til Pauli at læna súrdeiggj. Fólk vóru meira bundin at hvørjum øðrum og máttu hjálpast at. Tað var onkuntíð tá Paula eisini var í uppisetri við súrdeiggji at eg so mátti út til Merry. Merry hevði 8 børn í húsinum og bakaði 8 breyð á gangin, so hon kundi ikki koma í uppisetur. Har fannst altíð ein útvegur.

Einaferð tá Halla fór inn at vitja mammu sína, tá helt mamma fyri, at Halla altíð hevði verið so avhengig av mammu síni. Tað hoyrdist so umsorgarfult. Halla hevði fingið sær hús og børn. Kanska stúrdi Paula fyri, hvussu langt tað nú einaferð fór at bera á egnum vongjum. Kanska hevði hon av sínum egnu royndum kent hvussu skorðslut lívsleiðin kundi verða.

Og umsorgarfull tað var Paula. Oftani tá tað var eitthvørt sum mamma ikki kundi finna útav, so mátti hon inn til Paulu. Tí hon hevði so góða seymimaskinu og dugdi so væl. Ikki tí mamma var saktans hegnig og eisini røsk við sínari Singer maskinu. Eg helt at mamma dugdi til alt. Men Paula hevði nakað meira. Tað kundi verða til at leggja einar buksur upp við einum serligum sniðið. Ella tað var okkurt bundnatoy sum skuldi hava eina serliga loysn. Alt tað dugdi Paula so væl. Og um tað var hvørja máling mamma skuldi brúka. Tað visti Paula eisini alt um. Og tá tað kom til at tapetisera so mátti mamma inn eftir Paulu, tí hon dugdi so væl at tapetisera. Hon kom so inn við tapetkustinum. Ofta endaði tað við at tær so stóðu báar og tapetiseraðu og fingu tað heila so fínt. Tapetkusturin liggur framvegis inni hjá okkum. Sum um hon ikki var givin á hondum. Paula dugdi til alt. Altíð var hon eisini klár. Dugdi hendan konan slett ikki at siga nei ?

Einaferð var tað grind og ongin var heima. Eg fekk grindapartarnar til høldar, men hevði ongantíð hagreitt grind. So eg mátti inn til Paulu. Tað var undarligt sum hon orkaði at blaka alt sítt egna frá sær, og koma inn at hjálpa mær. Hvar fekk hon alla tíðina frá ?

Og har komu bilar og fólk. Hvønn leygardag ella sunnudag kom onkur bilur til Paulu at vitja. Hettar var áðrenn sjónvarp og Facebook fekk sogið fólk fast í stólarnar heima hjá sær sjálvum. Eg minnist ein lágur maður við føroyskari húgvu og sum roykti sigar plagdi at koma við einum stórum Ramblara. Konan var nokk við eisini. Gud viti hvør hann mundi verða. Har kundu koma einir tríggjir bilar við kenningum hinumegin frá eitt vikuskifti. Onkur til klædnað, onkur bara til at vitja. Hvat var tað hendan kvinna hevði sum var so dragandi og so fevnandi ? Hon hevði sjálv mist í bæði borð, men stóð uppreist og klár til hvat tað skuldi verða.

So stillfør og so lítillátin. Gjørdi ongan háva, men rúmaði so nógvum. So undarligt at vit kundu verða grannar ein heilan mannsaldur, og eg visti ikki at hon baðið hevði mist pápa sín. Pápin gekk burtur tá Sólarris var torpedera undir Íslandi í 1941. Og at hon seinni eisini misti beiggja sín, sum slerdi út omborð á Henry Freemann.

Fjálgur er hitin av hondum sum sleptu

Í okkara tíð kríggjast øll. Heimsins leiðarir og fólk annars kappast um at sleppa at kríggjast. Og um allan heimin eru vit við at drukna í okkara egnu óhumsku, í berum sjálvsøkni. Henda Guds fruktabara jørðin hoknar undir CO2 útláti í luftini og plastikavfalli í havinum. Í tí nátturu sum vit sjálvi skulu liva av.

Eben Alexander skrivaði at tá ið hann sjálvur stóð við himmalsins portur og skoðaði út yvir alt universið, so fekk hann at vita, at «í alheiminum er tað so nógv meira av tí góða, enn tað er av tí ónda». Víst kann tað verða ringt at fáa eygað á.

Men tá eg minnist Paulu byrgist ein vón um at tað kanska er júst so. Tá eg minnist tað tolni og alt tað góða frá teim gomlu konunum her á garðinum, er tað sum ein vón, og ein trúgv um nakað betri lyftir meg upp um tað dagliga og heilt upp um skýggini.

Minnini fylla meira eftir at vit eru komin um hálvan aldur. Uppá onkran máta geva tey tilveruni meira innhald og meira meining.

Inga Poulsen Dam segði í minnistaluni at : «tað stígur takksemi upp úr góðum minnum, og at góð minnir goyma stóran vísdóm». So væl kann tað sigast, og so gott kann tað verða.

Eg sitið eftir fullur av takksemi yvir at hava kunna fylgt Paulu gjøgnum ein heilan mannsaldur. Tað fløvar heilt inn í mínar hjartans røtur at hava kent hesar so fjálgu og umsorgarfullu hendur sum nú hava slept.

granni