MINI TEEN-STREET - forsmakkur av Teen-Street í Týsklandi!

2019-03-10 16:06


Kristiliga Tíðindatænastan - v/Poul Jóhan Djurhuus - gjaranes@gmail.com 

Skrivað: pjd, Glyvrar 03.03.2019

MYND: Á pallinum á Mini Teen-Street 2019

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini á R7.fo

_________________________________________________________________________________________

MINI TEEN-STREET

- forsmakkur av Teen-Street í Týsklandi

Vikuskiftið 22 – 24 februar var Mini Teen-Street hildið í Bylgjuni í Runavík. Tað hevur verið fastur táttur seinastu árini at hava eitt sokallað Mini Teen-Street, har øll, sum hava verið á Teen-Street legu í Týsklandi, hava møguleika at hittast og samstundis uppliva góðan andaligan felagsskap, góðan tónleik, dyggiliga bíbliuundirvísing og uppbyggjandi talur.

Teen-Street leiðslan skrivar á heimasíðuni: “Mini Teen-Street er ein felagskristilig stevna, har samkomur og kirkjur í felag geva okkara ungdómi ein pall, har tey í góðum andaligum felagsskapi verða styrkt í trúnni!”Á heimasíðuni stendur eisini, at “ tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdómum, men øllum, sum hava hug og ynskja at vera við!”

Sum vanligt er á hvørjum ári, so var undirtøkan sera góð aftur í ár. Ungdómur, og eisini nógv foreldur, komu úr øllum Føroyum, og úr Suðuroy komu bólkar, sum fingu innivist í Eysturoynni meðan stevnan var. Fyrireikararnir meta, at uppmøtingin hevur verið umleið 900 vitjandi hvørt kvøldi í gjøgnumsnitt. Leygarkvøldið vóru millum 1000 og 1200 fólk í høllini.

DJØRV : Høvuðstemaði fyri Mini Teen-Street í ár var evni at vera djarvur. Við stórum stavum á stórum skelti frammi í høllini stóð orðið DJØRV, og hetta var høvuðstráðurin í talunum hjá hjúnunum Josh og Debs Walker. Tey talaðu øll trý kvøldini fyri fullsettari høll. Hetta er triðja ferðin, at tey eru boðin at tala á Mini Teen-Street í Føroyum. Tey koma úr USA, har tey virka í fullari tíð í kristnum arbeiði.

Josh og Deb eru væl kend og sera væl dámd millum føroyska ungdómin, hetta tí, at tað eru tey, sum í mong ár hava havt undirvísingina á Teen-Street í Týsklandi, og sum føroyski ungdómurin hevur tikið til sín.

SEMINAR : Stevnan var í vikuskiftinum 22 – 24 februar. Sum nakað nýtt í ár varð skipað fyri eini síðuleypandi skrá, sum fór fram leygardagin seinnapartin í skúlanum við Løkin. Talan var um átta ymisk seminar/fyrilestrar, sum ein kundi melda seg til. Umleið 100 fólk vóru til fyrilestrarnar.

Fyrilestrarevnini vóru mong og áhugaverd: Tey, sum høvdu fyrilestrar vóru m.o. Klæmint Eliassen, sum tosaði um Profetorð Dániels. Rói Norðoy úr Klaksvík, sum umboðar felagsskapin Open Doors í Føroyum, hevði tankavekjandi fyrilestur um atsókn av kristnum í dag. Synnøva av Rana, ið arbeiðir sum ráðgevi í samkomuni Lívdin í Hoyvík, hevði seminar um kropp, seksualitet og samleika. Afturat hesum vóru fimm onnur, sum eisini høvdu seminar.

TEEN-STREET Í TÝSKLANDI : Mini Teen-Street í Føroyum er ein forsmakkur upp á tað stóru Teen-Street leguna, sum er á hvørjum ári í Týsklandi. Teen-Street legan í Týsklandi verður aftur í ár, og í ár eru tað 27 ár síðani Teen-Street í Týsklandi var á fyrsta sinni, og tað má sigast, at kristni ungdómurin í Føroyum hevur tikið væl undir við hesum.

Á heimasíðuni hjá OM-Føroyar verður lýst til Teen-Street-legu í Týsklandi, og í ár verður hon hildin í Suðurtýska býnum Offenburg í døgunum 27. juli – 03 august. Ein av ferðamøguleikunum er, at tað verður flogið beinleiðis úr Vágunum til Strasbourg, sum liggur í stuttari koyrilongd frá Offenburg. Tilmelding er byrjað á heimasíðuni OM.fo

SAMBAND : Føroysku umboðini fyri Teen-Street eru: Margareth Dalheim Djurhuus og Randi og Símun J. Hansen. Ein kann seta seg í samband við tey, um ein ynskir at vita meir, á telefon +298 219923. Ein kann eisini vitja heimasíðuna OM.fo og fáa meiri kunning har.