Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Milia er okkara valevni í Havn

2020-08-18 06:26
Vit eru sera errin av at avdúka, at okkara egna Milia Egilsnes Anda verður á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu í november.
Milia býr í næmingaheiminum undir Fjalli, hon gongur 3. árið á búskaparbreyt á Glasi og hevur, síðan hon var 14 ára gomul, arbeitt í tænastuvinnuni.
Seinastu árini hevur Milia verið sera virkin í lokalfelagnum hjá Sosialistisk Ung í Havn, SU Mið, har hon er forkvinna. Umframt tað, er Milia eisini forkvinna í áhugafelagnum Búgva Ung, sum arbeiðir fyri at betra um bústaðarviðurskiftini hjá ungum í Føroyum. Eisini er hon virkin í Amnesty Ung og nevndarlimur í Amnesty International Føroyar.
Grundleggjadi er Milia ein, sum stríðist móti órættvísi. Hon strembar eftir at verða røddin hjá teimum, ið ikki hava tak yvir høvdið. Teimum sum ikki verða hoyrd og hevur ongantíð verið bangin at rópa hart og gera tað sum skal til fyri rættvísi. Soleiðis verður eisini í kommununi:
- Eg ynski at stillla upp til kommunuvalið fyri Javnaðarflokkin, tí at bústaðarviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu eru als ikki nøktandi.
Vit mangla lestrarbústaðir, bæði til støk og familjur, og eldraíbúðir til 60+, sambýligir og lutaíbúðir.
Útboði av bústøðum í Tórshavnar Kommunu er alt ov lágt, og tí er prís støði alt ov hágt. Tað skal verða lættari at fáa bústað í Tórshavnar Kommunu, og tað hevur Kommunan eisini heimildi til at gera.
- Lata vit standa til, fáa vit ein høvuðstað har bara tey ið eru peningaliga nóg væl fyri at keypa sær eini hús ella íbúð fyri fleiri milliónir kunnu búgva. Tað styrkir ikki um samanhangsmegina í samfelagnum. Vit skulu búgva lið um lið, hvørt vit eru gomul ella ung, stór ella lítil, rík ella verri fyri peningaliga. Havnin skal vera fyri øll!