Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Miðlafólk ørindasveinar hjá alivinnuni ?

2014-02-06 16:51

4.statsvaldið – miðlafólkini - eru bæði dugnalig og skilvís í sínari kunning til borgaran um ymisk viðurskifti í samfelagnum - bæði góð og vánalig. Men ikki altið er so. Norska blaðið VG - Verdens Gang - er fyri hørðum ágangi í løtuni fyri miðvísan stuðul til norsku alivinnuna, og verður enntá róð uppundir, at greinar slettis ikki eru skrivað av blaðmonnum, men ídnaðinum sjálvum, og sjálvandi til teirra fyrimun.

Terje Solstad skrivar í viðmerking á Facebook soleiðis:
Journalister og kunnskap er vel ikke nødvendigvis synonymer. Skulle ikke forundre meg et sekund om VG sitt grundig gjennomtenkte syn er forfattet av næringen selv. Man ser eksempler på at artikler skrevet av næring eller etater blir brukt rått av avisene.

Norska alivinnan er at javnmeta við tað føroysku, men her heima hoyrist so at siga einki um hvussu henda vinna arbeiðir og hvørji negativ árin hon hevur á náttúru og umhvørvið. Í Noreg er alivinna frá Øst-Agder og norður til Finnmørkina. Frá umleið 1000 alibrúkum stendst eitt útlát av nitrogen og fosfor, ið hevur við sær ein eutrofiserandi virknað, ið svarar til gott 20 milliónir fólk. Afturat letur alivinnan út á sjógv 1000 tons av kopari, kadmium, arsen, kyksilvur, methylkyksilvur, blýggj, fluor, DDT, dieldrin, HB, klordan, toksafen, etoxyguin, endosulfan, axametifos, cypermeetrin, deltametrin, diflubenzuron, emamektin, teflubenzuron og hydrogenperoxid.
Sambært Havforskningsinstituttet rímur 5 ferðir so nógvur alilaksur sum alararnir boða frá. Laksalús blíva meiri og meiri mótstøðuførar í avlúsingarháttum, og hevur tað við sær, at tær í førum eru fullkomuliga resistentar, og alivinnan hevur lítið og einki eftirlit við deyðiligum fiskasjúkum. Í 2012 varð skrásett ovurstórt tal av pankreassjúkum, og deyðstíttleikin var í 2011 meiri enn 20%. So at siga alt ronkilsi, um 13. milliónir, ið varð brúkt til avlúsing, doyði fyrsta árið sett varð út í aliringarnar. Og minkingin í villum laksi og sjósílum hevur verið javnbjóðis stødd og nøgd í alingini.
Útróðrarmenn siga frá, at seiður, sum gongur fram við aliringum, ikki er etandi, og at rækjurnar eru fullkomuliga horvnar í firðunum.
Frá 1990 er alivinnan næstan tvífalda við 43% ella um 390.000 tonsum, og hetta hevur bara lati seg gjørt tí vinnan nýtir sterkt eitrandi heiluvág til avlúsingina. Og fleiri og fleiri trupulleikar stinga seg upp við sjúkum og resistentum lýs, ið alt hevur við sær hægri framleiðslukostnað, næst at útbreiðsla av smittu, hita í sjónum og veðurlag, ikki er nakað, ið vinnan kann gera nakað við.
Loysn er á hesum fyri havumhvørvið sera negativum árinum, og ber til, sum hjá and Langsand Laks í Danmark, at ala í kørum uppi á landi. Langt stórsti parturin av alifiski verður seldur og enntá til ein betri prís enn vanliga alingin á sjónum.
Sambært norsku Riksrevisionen verður alivinnan ikki rikin á burðardyggum støði, og afturat hesum ávarar Mattilsynet, Fiskeridirektoratet, NINA og DIRNAT móti áhaaldandi vøkstri í alivinnuni.

Spyrjast kann so hvønn kunnleika miðlafólkini hava til alivinnuna, og hvar teir hava sína kunning, tá hon verður skýrd so einastandandi fyrimyndarlig, og stjórar verður kosnir ársins leiðarar og fyrimyndir.

Kári Thomsen