Rigmor Dam

Miðaltalið sigur ikki nokk

Fyrispurningur um at endurskoða upptøkutreytirnar til setrið, so umsøkjarar í størri mun verða tiknir upp við kvotu 2, har royndir, hugur og hegni at nema sær eina útbúgving telja við í viðgerðini, saman við møguligum miðaltali frá miðnámi.

Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum.

Løgtingsmál nr. S-48/2014: Viðvíkjandi upptøkutreytunum til bachelor útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum

  1. Hvørjar eru upptøkutreytirnar fyri at verða upptikin til bachelor útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum?
  2. Hví eru upptøkutreytirnar hesar?
  3. Hvussu nógvir umsøkjarar vóru gjøgnum ávíkavist kvotu 1 og 2 til ymisku útbúgvingarnar síðstu 4 upptøkuárini?
  4. Hvussu nógv vóru upptikin gjøgnum ávíkavist kvotu 1 og 2 til ymisku útbúgvingarnar síðstu 4 upptøkuárini?
  5. Eru ætlanir um at endurskoða upptøkuleistin, so tað í størri mun er ein heildarmeting av einstaka umsøkjaranum, sum liggur til grund fyri upptøkuni – og ikki bara miðaltalið frá miðnámi?


Upptøkutreytirnar í Føroyum
Upptøkuskipanin ger, at umsøkjarar antin verða upptiknir gjøgnum kvotu 1 ella kvotu 2. Í kvotu 1 verða atlit einans tikin til miðalúrslitið frá miðnámi, meðan kvota 2 bæði tekur atlit til lívs- og arbeiðsroyndir og fakligar førleikar.

Í lýsingum í bløðunum, har setrið lýsir við útbúgvingum sínum, sæst, at 20 prosent av plássunum verða markað til kvotu 2 umsøkjarar.

Sambært upplýsingum, sum spyrjarin hevur fingið innlit í, søktu 180 fólk inn gjøgnum kvotu 1 og 166 á kvotu 2 í 2014. Sostatt eru nærum eins nógvir umsøkjarar til báðar kvoturnar, og tí er spurningurin, um ikki fleiri enn 20 prosent áttu at verið upptikin gjøgnum kvotu 2.

Hildið verður, at miðaltalið sigur lítið um, hvussu skikkaður, motiveraður ella eldhugaður umsøkjarin er, ella hvørji útlitini eru fyri, at viðkomandi megnar at fullføra útbúgvingina. Tað hevði tí verið betri, at endurskoða skipanina, so allir umsøkjarar verða mettir út frá persónligum motivum, fakligum førleikum, lívs- og arbeiðsroyndum.

Miðaltalið frá miðnámsútbúgvingini eigur sostatt ikki at vera einasta grundarlagið fyri upptøku. Hinvegin skal menniskjan metast sum ein livandi heild, har viðkomandi royndir og grundgevingar liggja til grund. Eitt nú, hví viðkomandi ynskir sær útbúgvingina, viðmæli frá arbeiðsgevarum, lærarum ella øðrum, arbeiðsroyndir sum heild og royndir innan ávísa fakið serstakliga, útbúgvingar og luttøka í sjálvbodnum arbeiði.

Við einans at taka støði í miðaltalinum, er eingin vissa fyri, at tey røttu verða upptikin.
Nógv fólk við røttum hegni og hugburði hava kanska ikki fingið hóskandi avbjóðingar í skúlanum, og hava tí ikki fingið toppkarakterir í øllum. Ella tey vóru óheppin, tá ið tey vóru til próvtøku. Kortini kunnu tey vera eins væl skikkað at gjøgnumføra eina útbúgving sum onnur, tí tey sleppa undir sína dreymaútbúging.

Innan menniskjafakini - sjúkrarøkt, lærara og námsfrøði - eiga vit eisini at kanna møguleikan fyri at seta í verk eftirmeting av empatisku evnunum og relatiónsførleikunum hjá teimum lesandi, til dømis eftir eitt ár í sambandi við starvsvenjingina. Hetta fyri at fólk, sum púra greitt eru óegnað at arbeiða við menniskum, verða beind á aðra lívsleið.

Londini kring okkum
Upptøkuskipanin í Danmark er eitt sindur øðrvísi enn okkara. Her verða á ávísum útbúgvingum upptikin millum 35 og 40 prosent gjøgnum kvotu 2. Aðrastaðni eru 100 prosent kvotu 2 upptøkur, serliga innan kreativar útbúgvingar, so sum journalistikk og arkitektur. Á eitt nú Syddansk Universitet hava tey somikið góðar royndir við at upptaka næmingar til læknaútbúgvingina gjøgnum kvotu 2, at tey komandi árini fara at leggja 100 prosent um til kvotu 2.

Sum heild vísir tað seg í Danmark, at tey, ið koma inn gjøgnum kvotu 2 í nógv størri mun gjøgnumføra lesnaðin. Flestu lestrarvegleiðarar og undirvísarar í Danmark eru eisini greitt av teirri fatan, at fleiri skulu inn gjøgnum kvotu 2, tí tá skulu umsøkjarar grundgeva fyri, hví tey vilja inn, umframt at tey skulu hava royndir, so tey megna at seta teori saman við praktiskum royndum.

Í Bretlandi er skipanin aftur heilt ein onnur. Allar umsóknir verða mettar út frá persónligum eginleikum og førleikum saman við miðalkarakterinum. Harumframt skal umsøkjari hav viðmæli frá arbeiðsgevara ella lærara. Ein heildarmynd av umsøkjaranum liggur tí til grund fyri upptøkuni.

Um skipanin hevði verið endurskoðað, so hon líktist meiri teirri bretsku, so hevði hon givið øllum ungum við hegni og rætta hugburði møguleikan at sleppa undir hóskandi útbúgving. Ein slík skipan leggur eisini upp til, at lesandi fáa sær praktiskar royndir frá t.d. tí økinum, tey vilja lesa innan ella í sjálvbodnum arbeiði, áðrenn tey fara at lesa. Útbúgvingarvalið er oftast avgerandi fyri framtíðar lívsleiðina, og tí skulu viðkomandi royndir, rætti hugburðurin, hegni og støðumet frá miðnámi tilsamans liggja til grund fyri upptøkuni – heldur enn bara hyggja at miðaltalinum, sum ofta bara sigur nakað um, hvussu væl ein persónur dugur at vera til próvtøku.

Á Løgtingi, 11. mars 2015

Rigmor Dam