Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Metstóri fólkavøksturin sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2019

2018-12-07 19:18

 Fíggjarætlanin fyri 2019 er merkt av metstóra fólkavøkstrinum í kommununi. Ongantíð er fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu vaksin so skjótt sum hetta seinasta árið, og hetta sæst eisini aftur í raðfestingunum í fíggjarætlanini fyri komandi ár.

Hendan framgongdin er sjálvsagt at fegnast um. Men tað setur eisini serligar treytir til okkara, serliga innan tekniska økið, trivnaðarøkið og okkara annars so siðbundna bústaðarmynstur. Vit hava eitt áhaldandi trýst á bústaðarmarknaðinum, og vit noyðast at hugsa um fjølbroyttari bústaðarloysnir til okkara borgarar. Vit hava stóran tørv á ansingarplássum, røktarheimsplássum, og sjálvt býarrúmið og samferðslukervið sum heild má endurskoðast, soleiðis at vit fáa ein væl virkandi miðbý og skynsama vegaføring ísv. innkomuvegin.

Hetta eru nakrar av íløgunum, sum síggjast aftur í tølunum fyri fíggjarætlanina, ið nú verður løgd fram fyri býráðið.

Skynsamur fíggjarpolitikkur og langtíðaríløgur

Vit fegnast eisini um, at vit fyri fyrstu ferð hava lagt eina langtíðaríløguætlan fyri tíðarskeiðið 2019-2023, sum tryggjar kommununi eina betri fíggjarstýring, har atlit eru tikin til stóru útbyggingarætlanirnar komandi árini. Við at leggja langtíðarætlanir fyri løgur, ber til at tryggja, at løgurnar verða lagdar í trygga legu og tillagast tørvinum á teimum ymsu málsøkjunum.

Eisini verður arbeitt við at tryggja, at tær verkætlanir, sum kommunan stendur fyri, altíð eru væl fyrireikaðar og hava dygdargott eftirlit.

Í fíggjarætlanini fyri 2019 eru inntøkurnar mettar til umleið 1 mia. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru á 778.7 mió.
Íløgukarmurin er 188,6 mió., umframt at arbeiðið við útbyggingini av Tórshavnar havn heldur fram.

Tað er umráðandi fyri kommununa at vera fíggjarliga væl fyri og at varðveita eitt haldgott gjaldføri. Tí er tað at gleðast yvir, at kommunan í stórum tøkum nærkast at vera skuldarfrí.

Skattaprosentið er óbroytt, 19%. Barnafrádrátturin er framvegis 8.000 kr.

Altjóða ráðstevnu- og ítróttarbýur
Tórshavn skal vera ein virkin viðleikari innan vinnuferðavinnu, sum er fundarvinna og ráðstevnuvinna. 2 mió. eru settar av til at menna hetta økið, umframt at samstarvsavtalur vera framdar við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.

Tað er av alstórum týdningi, at okkara ferðavinna verður rikin fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga skynsamt og ikki minst burðardygt. Vit eru av teirri sannføring, at ráðstevnuvirksemi er rætti leisturin fyri okkum, tí hetta er ein ferðavinnubólkur, ið á fleiri mátar kann seta okkum á heimskortið sum lokkandi ráðstevnubý. Ikki einans er hetta ein ferðavinnubólkur, ið leggur nakað eftir seg peningaliga, men eisini vitanarliga, og tí kann ein tílík raðfesting kasta munagott av sær.

Í hesum sambandi verður víst á, at kommunan hevur lagt langtíðarætlanir um at byggja eina stórhøll – hetta fyri at kunna hýsa stórum ráðstevnum, messum, konsertum og ikki minst at kunna luttaka og hýsa kappingum innan handbólt, fótbólt, frælsan ítrótt osfr.

Betri karmar til altjóða ítrótt

Ein av langtíðaríløgunum hjá samgonguni er langhylurin. Í desember verður farið undir at projektera byggingina av langhyli í Gundadali. 4,4 mió. eru settar av til projektering, og sostatt eru íalt 9 mió. settar av til projektering av langhylinum. Harumframt verður væntandi ein avtala gjørd í ár um leigu av Glyvursnesi til golfvøll. Játtanin til golfvøllin er á 3 mió., umframt at peningur er settur av til aðrar ætlanir innan ymsar ítróttagreinir.

Stórar íløgur í eldraøkið

Sitandi samgonga setti sær fyri at geva eldraøkinum eitt lyft, og í fíggjarætlanini fyri komandi ár verður økið uppraðfest. Játtanin til heimahjálp og menning verður økt, eitt nú verður ein eyka ruta til heimahjálp gjørd, og 500.000 kr. verða settar av til menning av eldraøkinum.

Harafturat vera íløgur gjørdar í umlættingar- og rehabiliteringsdepil, og út- og umbygging av Tjarnargarði til demensdepil fyri 33 mió. Farið er eisini undir fyrireiking av nýggjum røktarheimi.

Grønur býur

Sum kunnugt veksur býurin alsamt, og vit mugu sum kommuna ganga á odda við at hugsa grønt, og tí hava vit gjørt íløgur í grønar orkuloysnir. Eisini er tað umráðandi hjá okkum at halda býin reinan og okkara bygningar við líka.

3 mió. eru settar av til orkuloysnir, umframt at peningur er settur av til umvælingar og viðlíkahald av kommunalum bygningum. Tað er av stórum týdningi, at kommunalu bygningarnir eru í góðum standi, og tí hevur sitandi samgonga økt játtanina munandi til viðlíkahald av kommunalu bygningunum.

Sambært meting frá Húsaumsitingini er minstamarkið fyri røkt av kommunalum bygningum 200 kr/fermeturin. Vit nærkast alsamt hesum støðinum. Í 2016 vóru játtaðar 128 kr/fermeturin. Í 2019 eru settar 176 kr/fermeturin. Um hædd verður tikin fyri eykajáttanum í árinum, er upphæddin nú góðar 180 kr/fermeturin.

Okkum tørvar at hugsa um kreativar loysnir til eitt nú parkering og býarøkið sum heild. Tí eru íløgur gjørdar í býarfríðkan, byggibúning og miðbýarætlanina fyri Steinatún og Vágsbotn fyri tilsamans 9 mió.

Samstundis sum játtan er sett av til fleiri parkeringspláss, verður arbeitt miðvíst við at minka um bilatalið í býnum. Hetta gera vit m.a. við at betra um bussleiðina, og miðað verður ímóti at gera hana til eitt veruligt alternativ til privatbilaferðsluna.

Somuleiðis verður arbeitt við at betra um steðgiplássini, bussskýlini, kunningina, fleiri súkklu-/gonguleiðir og pendlarapláss.

Málið við innkomuvegnum má loysast sum skjótast, og er tað átrokandi hjá býráðnum at fáa hol sett á hetta stóra og kostnaðarmikla arbeiði. 5 mió. kr. eru settar av til projektering av verkætlanini í 2019, og tøkur peningur er til víðari arbeiðið í langtíðarætlanini.

Mentan, skúli og frítíð
Størsta einstaka íløgan er byggingin av Skúlanum á Fløtum. Játtanin í 2019 er 90 mió. kr. Skúlin skal standa liðugur í 2020, meðan byggingin av Musikkskúlanum verður liðug næsta ár. Til Musikkskúlan eru játtaðar 24 mió. kr., og er stásiligi og framkomni Musikkskúlin størsta íløga í mentanar- og tónleikalívið í býnum.

Harafturat skulu Hoyvíkar skúli og Sankta Frans skúli dagførast, og er peningur settur av til hetta arbeiðið í langtíðaríløguætlanini.
2 mió. eru settar av til eina smábátahavn, sum skal gerast í Álakeri fyri at bøta um umstøðurnar hjá bátaeigarum í kommununi. Somuleiðis eru 1,2 mió. kr. settar av til fyrireiking av bátahyli í Kaldbaksbotni.

Barnaansingarøkið
Av øðrum stórum íløgum er barnaansingarøkið.
Stóri vøksturin í tilflytingini sæst aftur í vaksandi barnatalinum, og hetta setir sjálvsagt krøv til okkara um at fáa til vega fleiri dagstovnapláss. Tí eru 20 mió. kr. settar av á fíggjarætlanini fyri 2019, ið eru roknaðar til nýggjan dagstovn í kommununi umframt eina dagføring av Dagstovninum á Argjum.
Miðað verður ímóti at fáa til vega 150-200 nýggj pláss til barnaansing komandi árini. Vit hava eisini ein bráðneyðugan tørv á økinum, og er arbeiðið farið í gongd at fáa til høldar 110 tøk pláss til komandi summar.

---

Tað, at vit hava øktan fólkavøkstur, merkir Tórshavnar kommuna er eitt lokkandi stað at búseta seg. Vit uppliva stóran búskaparvøkstur og lítið arbeiðsloysi, og í heila tikið gongur væl í Tórshavnar kommunu.

Ein hin størsta avbjóðingin hjá høvuðsstaðnum er stóri bústaðartørvurin, sum eisini er úrslit av stóra fólkavøkstrinum. Umráðandi er at skipa soleiðis fyri, at fólkavøksturin, sum er grundarlagið fyri búskaparvøkstri og trivnaði, ikki verður forðaður, tí at bústaðarviðurskiftini og ansingarmøguleikar ikki eru nøktandi. Kommunan hevur tikið á seg at tryggja loysnir og saman við øðrum samstarvspørtum at fáa framt verkætlanir, sum geva fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar umframt hóskandi ansingarmøguleikar á dagstovnaøkinum.

Við útbygda samferðslukervinum fáa vit avbjóðingar við innkomuvegnum, og tí er tað av stórum týdningi, at vit eru ílatin til nýggju farleiðina inn í Havnina.

Vit fegnast sum nevnt um góðu gongdina, vit uppliva í kommununi og í samfelagnum annars. Vit viðurkenna eisini avbjóðingarnar, ið fylgja við og hava tikið atlit til stóru broytingar, vit fara at síggja í komandi árum.

Annika Olsen
borgarstjóri