Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

MERCY SHIPS - FLÓTANDI SJÚKRAHÚS


SKRIVAÐ: Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar 10.01.2018 - gjaranes@gmail.com

MYND: Smádrongurin MAURINHO

Tú kanst eisini hoyra innslagið á Kristiligu Tíðindasendingini á R7 við at trýsta á leinkjuna niðanfyri!


https://r7.fo/…/kristiliga-tidindasendingin-59-vid-poul-joh…

______________________________________________________________________________

HJÁLPARFELAGSSKAPURIN MERCY SHIPS

- flótandi sjúkrahús


Mercy er tað enska orðið fyri miskunn; og vit kunnu eisini siga tað soleiðis, at talan eru um skip, við nógvum miskunnsomum Samverjum umborð.

Jesus segði við lærisveinarnar á sinni, at “tey fátæku hava tit altið hjá tykkum!” Soleiðis hevur tað verið síðani dagar Jesusar, at tað eru mong ómetaliga fátøk og illa stødd fólk í ávísum londum og heimspørtum.

VESTURAFRIKA
Ávís lond í Vesturafrika eru millum harðast raktu og fátækastu londini í heiminum í dag, við tí úrsliti, at menniskjur í hundraðtúsundatali í viðkomandi londum hava liviumstøðir, sum eru langt undir tað menniskjansliga lágmarkið, og hava als onga atgongd til læknaviðgerð.

Hetta merkir, at tað í okkara døgum eru børn og vaksin í túsundatali í Vesturafrikonskum londum, sum alt sítt lív eru noydd at liva við sjúkum og skemmandi brekum, so sum vanskaptum andlitum, klumpfótum, blindni, stórum brunaskaðum, stórum tanntrupuleikum, varra- og gómakloyvir, ymiskar viðføddar skeivleikar, sum gera at barnið aldri lærir at ganga, og blaðungar kvinnur við stórum skemmandi gynækologiskum trupuleikum.

EINGIN LÍVSKVALITETUR
Nevndu heilsutrupuleikar, sum føra við sær lítlan og ongan lívskvalitet, kunnu hjálpast við einum lívsbroytandi læknaligum og medisinskum inntrivi, men av tí, at medisinska hjálpin ikki er til staðar ella eingin fíggjarlig orka, so eru tað børn og vaksin í Vesturafrika, sum eru noydd at liva við hesum brekum alt teirra lív.

MERCY SHIPS
Felgasskapurin Mercy Ships byrjaði sítt virkið í 1978, tá Amerikumaðurin Don Stephens, sá møguleikarnar at náa heimsins fátækastu fólk við hjálp frá skipum. Síðani tá hevur felagsskapurin havt ikki færri enn 5 skip í hesi tænastu, sum hava vitjað í heimsins fátækastu londum, og givið ikki færri enn 2,1 millión menniskjum eina lívsbroytandi læknaviðgerð á teimum væl útgjørdu skurðstovunum umborð á sjúkrahússkipunum hjá Mercy Ships.

Tey seinastu nógvu árini hevur felagsskapurin virkað burturav í teimum fátækastu londunum í Vesturafrika, so sum Benin, Togo og Sierra Lieone. Mercy Ships hevur eina breiða almenna viðurkenning millum fólkið og myndugleikarnar í viðkomandi londum.

AFRICA MERCY
Skipið, sum verður brúkt í dag eitur AFRICA MERCY, og er væl størri enn Norrøna. Skipið er eitt flótandi sjúkrahús við sjúkrahúsútgerð, sum í fleiri førum er á hædd við útgerðina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Umborð eru 7 væl útgjørdar skurðstovur, 80 sjúkrasengur, væl útbúnir læknar, serlæknar og sjúkrasystrar. 7.000 skurðviðgerðir verða gjørdar umborð á hvørjum ári.

Manningin telur umleið 450. Eingin fær løn, men fyri at hjálpa til við rakstrinum av arbeiðinum og skipunum, so skula øll rinda eitt ávíst mánaðargjald. Manningin kemur úr 30 londum.

Allar sjúkraviðgerðirnar umborð verða gjørdar ókeypis, og tíðina tey liggja á sjúkradeildini umborð, fáa tey frítt uppihald og frían kost. Arbeiði og skipið verður ikki rikið handilsliga, men einans við fríum gávum frá einstaklingum, samkomum, kirkjum, stovnum, fyritøkum og stuðulsgrunnum.

SÓLSSKYNSØGAN UM MAURINHO
Á ovaru myndini síggja vit smádrongin Maurinho úr Vestur-Afrika, sum var føddur hjólbeintur. Hann fekk hjálp umborð á sjúkrahússkipinum Africa Mercy, og á niðaru myndini síggja vit hann við normalum beinum. Nú er hann ein glaður smádrongur, sum spælir og loypir runt í kapping við sínar javnaldrar.

Sólskynssøgurnar hjá børnum og vaksnum, og ikki minst hjá foreldrum, eru óteljandi. Søgurnar kunnu lesast inni á heimasiðuni hjá mercyships.org

NÝTT SKIP
Um stutta tíð verður ein rættulig kollvelting innan Mercy Ships. Í 2013 skrivaði felagsskapurin undir ein byggisáttmála við eina Kinesiska skipasmiðju, um bygging av einum nýggjum sjúkrahússkipi. Skipið verður dupult so stórt sum AFRICA MERCY, og kemur at hava dupult so stóran kapasitet. Manningin kemur at telja 1.000. Ætlanin er ikki at leggja verandi skip, AFRICA MERCY, men at bæði skipini skula samarbeiða. Fyribils er avgerð tikin um, at skipini skula virka burturav í Vesturafrika, tí har er tørvurin størstur. Nýggja skipið verður sætta skipið hjá Mercy Ships. Skrokkurin er farin av bakkastokki. Skipið er navngivið ATLANTIC MERCY.

ATLANTIC MERCY
AFRICA MERCY er 152 metur til longdar, meðan ATLANTIC MERCY er 174 metur. Breiddin er knappar 29 metur. Umborð á AFRICA MERCY eru 163 kømur, meðan 276 kømur eru umborð á nýggja skipinum, sum eru býtt millum eitt- og tveymanskømur. Har vera eisini gesta- og familjukømur. Sjúkrahúsøki á AFRICA MERCY er 1.900 fermetur, meðan tað er 7.000 fermetur umborð á flaggskipinum ATLANTIC MERCY við 102 sjúkrasengrum – talan er so statt um eina rættuliga maritima kollvelting hjá Mercy Ships, har sjóneykan verður sett burturav á heilsuna og lívskvalitetin hjá teimum fátækastu millum tey fátæku!

MERCY SHIPS OG MYNDUGLEIKARNIR
Mercy Ships arbeiðir bert í tøttum samarbeiði við myndugleikarnar í londunum, har teir vitja, soleiðis at skilja, at tað altið fyriliggur ein almenn innbjóðing til skipið, ið er grundarlagið undir vitjanini og arbeiðinum í og út frá skipinum.

VITJAÐI Í FØROYUM
Eitt av skipum teirra var ANASTASIS, sum við føroyska skiparanum, Arna Johansen úr Sandavági, vitjaði í Føroyum og í Danmark á sumri 1990. Um tað mundi stóð illa til í Póllandi, og innsavningin í Føroyum av m.a. sjúkrahússengrum og klæðum fylti upp undir lastalúkurnar, tá Anastasis legði frá landi við kós móti Póllandi. Umborð var eisini ein sjúkrabilur, sum Ambulansudeildin á Landssjúkrahúsinum hevði donerað til Póllands.

FØROYSK DEILD
Mercy Ships er ein altjóða felagsskapur, sum hevur stuðulsdeildir í 16 londum. Fyri trimum árum síðani varð ein deild sett á stovn í Føroyum við eini 5-mannnevnd, har fyrrverandi vinnulívsmaðurin Olaf Olsen er formaður. Ein føroyskur faldari er givin út við upplýsingum um møguleikarnar at stuðla. Í nevndini, sum er fyrsta nevndin hjá føroysku deildini, eru: Olaf Olsen formaður, Sólrun Poulsen, Jóan Petur Johannesen, Hendrik Olsen, Hildigun Steinhólm Højgaard; og varalimir eru Per Poulsen og Jákup Jacobsen.

STARVSFÓLK
Føroyska nevndin sigur, at tað er brúk fyri nógvum starvsfólkum umborð, og ikki minst nú, tá ið tað nýggja skipið kemur, við nógv størri arbeiðskapasiteti. Brúk er fyri læknum, serlæknum, sjúkrafrøðingum, yvirmonnum á brúnni og í maskinuni. Kokkar, tænarar, dekkarar, IT, lærarar og nógv annað gott fólk. Sum áður sagt, so verður ikki løn goldin til nakran umborð, men ein skal gjalda eitt mánaðarligt gjald fyri at búgva og arbeiða umborð. Soleiðis er manningin við til at halda skipinum koyrandi fíggjarliga - tann stóra lønin liggur tó í at síggja lívsbroytingina hjá tí einstaka menniskjanum!

KUNNINGARFUNDUR
Føroyska nevndin arbeiðir í hesum døgum við at fyrireika ein kunningarfund í Løkshøll í Runavíkini, sum verður leygarkvøldið 27. januar kl.20.00 og fyrireikararnir vóna, at tað verða mong, sum vilja møta upp til kunningarfundin í Løkshøll. Tað er ókeypis atgongd.

Um tú ynskir at fáa meiri kunning um Mercy Ships, ert tú vælkomin at seta teg í samband við føroysku deildina við at skriva til: “MERCY SHIPS FØROYAR,” Leitisvegur 2 fo-625 Glyvrar. Ella teldupost: info@mercyships.fo Eisini ber til at vitja inn á heimasíðuna: mercyships.org