
Mentanarmiðpunktið í Føroym
2012-10-20 06:25
Tórsgøta
og umhvørvið har um leiðir
verður ein livandi býarpartur
við tónleiki, sjónleiki
og list. Eitt
mennandi umhvørvi fyri ungdómin,
ein perla fyri ferðafólk og borgarar!
Reinsaríið Ímynda tær ein
tónleikapall burturav, har
bólkar og einstaklingar skapa eitt fjøltáttað tónleikaumhvørvi, og at bæði búsitandi og ferðandi fáa høvi til at uppliva føroyska og aðra tónleikamentan. Har tað ber til at arbeiða, netverka ella bara
steðga á og hugna sær eina løtu. Ein mentanarstovnur,
ið samstarvar við aðrar stovnar í landinum, verið seg musikskúlar, kvøldskúlar, tónleikafeløg, ungdómshús og onnur mentanarstøð. Har tónleika- og listafeløg hava sína miðstøð og hentleikar til at gera verkætlanir,
halda fundar- og skeiðvirksemi og annað tílíkt.
Perlan
Ímynda tær glæsiligu Perluna uttan svarta veggtjaldið
og við
nýggjum
trægólvi,
og húsið
fekk tað
byggilistarliga skapið, sum upprunaliga var ætlanin.
Har upplestur, dansur, sjónleikur, tónleikur, listaframsýningar fyllir karmarnar. Ein hentur bygningur hjá
borgarum, stovnum og fyritøkum til móttøkur, samkomur og annað
mangt.
Tjóðpallurin
Ímynda tær Tjóðpallin úti á Skálatrøð við nútímans parkeringsviðurskiftum, sum ikki spilla býarmyndina.
Ein listarligur miðdepil við fjølbroyttum leiksýningum og undirhaldi. Ein virðiligur
pallur, ið
gevur yrkisleikarum og øðrum listafólki hóskandi hentleikar og karmar at bjóða
fólki.
Ein stórfingin
andlitsmynd hjá býinum og mentanini.
Margarinfabrikkin
og Meiðaríið
Ímynda tær eitt endurnýggjað og víðkað ungdómshús, ið bjóðar børnum og ungum av í hugflogi, list og mennandi ítrivi.
Hagar børn
og ung leita sær avbjóðingar eftir áhuga og hegni. Eitt vakstrarhús,
ið
gevur okkara ungdómi eitt mennandi felagslív
og møguleika
at hava ávirkan
á
virksemið.
Har starvsfólkum og brúkarum standa í boði nútímans hølir og hentleikar at virka og mennast í.
Íshúsið
Ímynda tær, um lítla Íshúsið aftan fyri Reinsaríið fekk ta stødd, sum heiðurliga virksemið í húsinum hevur uppiborið.
Her hevur Havnar Hornorkestur sínar venjingar, sína goymslu av ljóðførum og sítt nótasavn. Orkestrið, sum í meira enn eina øld hevur verið ímyndin av hátíðarhaldi og fagnaði í høvuðsstaðnum. Lítla Íshúsið er ov lítið. Næsta ár fyllir Havnar Hornorkestur 110 ár.
Ein góð
sømdargáva
frá
kommununi fyri langt og ríkt tónleikavirksemi hevði verið at givið Havnar Hornorkestri størri
rásarúm.
Tórsgøta
Ímynda tær Tórsgøtu lívgaða upp við flísum og steinum. Gongugøta
burturav, har tú kanst uppliva yðjandi lív og list, og har tú í hugnaligum friskjóli við runnum kanst sessast og stytta tær
stundir. Tórsgøta, sum við sínari gomlu søgu og bygningum, modernaðum
matstovum og gistingarhúsum, dregur føroyingar og ferðafólk til býin.
Rógvi á Rógvu
Vælevni hjá Tjóðveldi