Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mentan og list hava alla virðing uppiborna

2020-05-25 14:41

Tónleikur er týðandi partur av okkara mentan, trivnaði og lívi. Eisini í hesi koronatíðini hevur tónleikur fylt nógv í flestu heimum, og hava tónleikurin og føroyskir tónleikarar skapt stóra gleði, samanhald og vón. Aftur og aftur hava tónleikarar framført á talgilda pallinum, uttanfyri ellis- og røktarheim v.m. – hjartaliga takk.

Vit ynskja, at styrkja mentanar og listaøkið. Tí hava vit lagt uppskot fyri tingið, um at styrkja Musikkskúlaskipanina og Føroya Symfoniorkestur og vit hava heitt fleiri ferð á Landsstýrið og samgongumeirilutan á løgtingi um at gera eitt veruligt framtak fyri mentan og list - og øll okkara mentanar- og listafólk - sum eitt av átøkunum í koronatíðini.

Musikkskúlarnir hava sera stóran týdning fyri okkara børn og ungu og fyri okkum øll. Tað er eitt bragd, at vit hava megnað at uppbyggja hesa skipan. Men tíverri eru tað ikki øll, ið fáa henda møguleika, tí hoast játtanin er hækkað seinastu árini, so hava musikkskúlarnir tørv á størri játtan, fyri at kunna bjóða øllum at sleppa framat.

Upplýst hevur verið, at áleið 834 næmingar standa á bíðilista kring landið. Tí er neyðugt við størri játtan, fyri at minka um bíðilistan, og at bjóða fleiri av okkara børnum og ungu at mennast við at læra ljóðføri ella sang.

Føroya Symfoniorkestur er eitt úrslit av okkara musikkskúlum. Tí úrslitið av musikkskúlunum er, at vit hava nógvar framúr góðar tónleikarar. Eisini eru fleiri av okkara ungu, ið velja miðnámsútbúgving við tónleiki sum sergrein, og fara eftir hetta víðari til hægri tónleikara útbúgving uttanland. Tíbetur koma fleiri av hesum heim aftur, m.a. fyri at undirvísa og at vera partur av okkara symfoniorkestri.

Tó hevur symfoniorkestrið tørv á størri játtan, eitt nú fyri at kunna geva tonleikarum eina rímiliga samsýning fyri teirra arbeiði. Hetta er eisini ein fyritreyt fyri, at Føroya Symfoniorkestur skal kunna gerast meira virkið og kunna lyfta støðið enn hægri.

Tjóðveldi