Mentan - men eisini so mangt annað !

2012-10-23 13:56

Flest fólk seta meg í samband við mentan, og einki løgið er í tí. Eg havi alt mítt lív fingist við mentan, eg eri tónleikaútbúgvin og starvist innan mentanarøkið.

Tó so, mentan er so nógv ymiskt - er alt grundarlagið undir samfelagnum, og tí er mentan eisini eitt sera breitt hugtak og fevnir um nógv fleiri samfelagsviðurskifti, enn vit vanliga geva okkum far um.

Tað er eisini soleiðis, at miðskeiðis í lívinum hevur tú ognað tær ein breiðan hóp av førleikum innan so ymisk øki, og allir førleikar eru eins virðismiklir at hava í skjáttuni.

Ein stórur partur av mær er tí eisini at arbeiða fyri at:

  • virka fyri bestu umstøðum hjá vinnuni. Tey sum skipa vinnu, bróta mangan upp úr nýggjum og gera, at høvuðsstaðurin er virkin og hevur tænastur at bjóða. Matstovur, handlar og veitingarstøð eru viðvirkandi til ein virknan bý, har fólk búgva, arbeiða og eru í frítíðini. Sjálvandi skulu virkisfýsnir borgarar, sum skapa okkara vinnulív, altíð kenna kommununa sum ein viðspælara, tá talan er um at skapa karmar fyri vinnulívið. 
  • styrkja umstøður til bíligar bústaðir, hóskandi arbeiðstilboð, tíðarhóskandi ansingartilboð og góðar umstøður til eldri.
  • virka fyri at menna miðbýin eins og at menna bygdirnar í kommununi. Arbeiða miðvíst við heildarætlanum fyri miðbý - og bygdirnar, har atlit eisini verður tikið at ferðsluni. 
  • geva rúm fyri nýhugsaðum átøkum innan øll øki. Verða opin fyri og duga at lofta tí, sum stingur seg upp her á landi, og tí sum kemur uttaneftir og tillaga hettar til føroysk viðurskifti. 
  • tryggja rættindi hjá øllum borgarum. Skipa ein rúmligan høvuðsstað og vísa á, at margfeldi
  • er ein styrki. Havnin má rúma okkum øllum, soleiðis at tað kennist at pláss er fyri ymiskleikanum og fyri at vera saman hóast ymisk. Hettar eru grundleggjandi virðir, sum okkara høvuðsstaður má byggja á. Hetta fer at gera okkara lítla høvuðsstað áhugaverdan hjá okkum, sum her búgva og áhugaverdan hjá okkara ungu, sum eru uttanlands í lestrarørindum, eins og hjá ferðafólki at koma til. 
  • virka fyri góðum samskifti við borgaran, tryggja opinleika og gjøgnumskygni og umsita álit borgarans við skynsemi
  • arbeiða miðvíst fyri góðum og vælskipaðum loysnum loysnum ið halda !