Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Mentan - Áhugaleikurin er eftirbátur

2012-10-26 22:24

Mentan - Áhugaleikurin er eftirbátur !

Í eini kommunu fyri okkum øll, skal verða ein vifta av fjølbroyttum mentanartilboðum. Vit hava longu nógv gott at bjóða til tey ymsu áhugamálini. Ítrótturin hevur hallir og vallir, tónleikurin hevur tónleikaskúlan og Dávavirkið, ungdómurin hevur Húsið o.s.fr. Hesi hølisviðurskiftir eru nøktandi og tað er avbera gott.

Eitt felag sum er eftirbátur, tá tað kemur til hølisviðurskiftir er Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Felagið hevði fyri umleið 20 árum síðani nøktandi hølisumstøður til virksemið, men síðani tá eru hølisumstøðurnar bara versnaðar og núverandi hølini undir gomlu Brandstøðini eru als ikki hóskandi. Felagið hevur ígjøgnum árini spælt eina ørgrynnu av leikum og til hvønn leik er neyðugt við búnum og útgerð, sum hava fyri neyðini at vera goymd til brúk er fyri tí aftur, men grundað á ráðu kjallararúmini í verandi umstøðum, er vandi fyri at tilfarið forferst og tað er sera harmuligt, tí nógv av tí sum er í goymslunum er ikki til at skaffa aftur.

Seinnu árini hevur felagið havt tilboð um dramaskeið til børn og ung og er luttøkan av serliga børnum økt á hvørjum ári. At verða sjónleikari er ein dreymur hjá nógvum børnum og ungum, tey koma inn í eina spennandi og øðrvísi verð, tey møta avbjóðingum, sum styrkir um teirra sjávsvirði og fær tey at blóma og gleðast.

Tað er eldsálum í felagnum fyri at takka, at Klaksvíkar Sjónleikarafelag framvegis setir leikir upp og fær mann og konu av húsum, tá framsýningar eru. Men vandi er fyri at eldsálirnar kólna og síðani slókna í ráðu kjallararúmunum og tað hevur okkara siðbundna sjónleikarafelag als ikki uppiborið.

Áhugaleikurin má hava eina rødd í býráðið. Samdur? Ja! Vel meg á lista E! til býráðsvalið tann 13. november 2012.

Við valkvøðu

Karl Marius Poulsen