Menningartarnað – søgan endurtekur seg!

Støðan á Eirargarði er kritisk. Serliga nú, tá bæði Javni og Megd stuðla ætlanini hjá landsstýriskvinnuni, Eyðgunn Samuelsen. Hetta er ikki partapolitiskt. Eyðgunn fylgir ráðgevingini, men er ráðgevingin eftirfarandi?

Javni og Megd gera eitt megnar arbeiði, men í hesum førinum hava forkvinnurnar báðar, Fía Petersen og Tóra við Keldu, gjørt ein álvarsligan fótfeil.

Tær hava tikið eina avgerð, sum fær stórar avleiðingar fyri bú- og starvsfólkini á Eirargarði, uttan yvirhøvur at tosa við tey, sum avgerðin gongur útyvir. Tað er sera óheppið.

Fleiri av teimum, ið búgva á Eirargarði, eru so óhjálpin, at tey eru ómyndig gjørd. Sostatt hava foreldrini myndugleikan. Tey eru heldur ikki spurd.

Fyri summi av teimum kennist hetta sum eitt óhugnaligt dejavu.

Hetta eru somu eldsálir, sum í sínum ungu døgum stríddust fyri at menningartarnað ikki vórðu tvingað av landinum.

Nakrar eldsálir eru sløknaðar, men hjá teimum, ið eftir eru, brennur login eins bjartur og hann gjørdi í 60unum og 70unum, tá eldsálirnar løgdu lunnar undir Javna, Megd og Eirargarð. Hetta er vakrasti varði í Føroya søgu: tá góvust vit við at senda menningartarnað av landinum, men byrjaðu ístaðin at taka okkum av teimum í Føroyum.

Í skjótt 40 ár hevur Eirargarður verið teirra heim.

Nú endurtekur søgan seg. Menningartarnað verða við uppskotinum hjá landsstýrinum tvingað heimanifrá. Búfólkini vilja ikki. Starvsfólkini rópa varskó. Og eldsálirnar, ið stríddust fyri Eirargarði, royna aftur nú at stríðast fyri teirra "børnum", men tey hava ikki eins nógva orku longur. Nógv eru farin um 80 ára aldur og "børnini" um 50 ára aldur.

Tað er tí, at eg skrivi hetta í dag. Eg eri eisini avvarðandi. Eg síggi, hvussu nógv hetta nívir ommu og abba. Tey vilja tað so væl, men tey orka ikki at fara í stríð við myndugleikarnir aftur. Omma er 81 og abbi 82. Jana, ið er menningartarnað, er 52 ár. Hon er ikki før fyri at tala fyri seg.

Eg veit, at Eyðgunn Samuelsen vil tað væl, og at hon fylgir ráðgevingini, men eg vil heita á Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at bera so í bandi, at avvarðandi, bú- og starvsfólkini á Eirargarði sleppa til orðanna.

Hanus Samró. avvarðandi