Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Menningarkvotur til tey útvaldu

2019-04-10 09:02
Fiskivinnupolitikkur - 

Tá talan er um menningarkvotur, eru Føroyar deildar upp í 7 øki, har Eysturoy og Norðoyggar eru økið 6 og 7. Samgongan hevur gjørt av, at økið 6 og 7 ikki skulu kunna søkja um stuðul til menning av okkara tilfeingi.

Ein grundgeving fyri, hví hesi øki ikki skulu hava atgongd til menningarkvotunar, var at arbeiðsloysi var so lágt í hesum øki. Tíbetur kunnu vit í Føroyum í dag staðfesta, at arbeiðsloysi er nærum onki, óansæð hvat øki talan er um. Tí eigur henda forðing at verða tikin burtur longu í inniverandi ári.

Hyggja vit at, hvørji feløg í landinum hava brotið upp úr nýggjum, kundi eg hugsað mær at nevnt Tavuna og Høvdavirkið í Leirvík. Hesi virki hava skapt fleiri hundrað arbeiðspláss og milliónir av inntøkum til føroyska samfelagið við nýggjum vørum, sum onki virði høvdu frammanundan. Hví skal tað ikki vera gjørligt hjá slíkum íverksetarum at fáa atgongd til menningarkvotur – samfelagnum og føroyingum at frama.

Vit kunnu ikki liva við, at fólkið í pørtum at samfelagnum, ikki hevur atgongd til menningarkvoturnar. Serliga tá tað tey nógvu síðstu árini hevur víst seg, at serliga hesi økini hava verið tey, sum hava gingið á odda, fyri at skapt nýskpandi vinnur.

Menningarkvoturnar eru ein av mongu miseydnaðu pørtum av nýskipanini hjá verandi samgongu.

Besta loysnin hevði verið at avtikið menningarkvoturnar aftur, men um vit velja at varðveita tær, tá eiga vit avgjørt at gera tær atkomuligar hjá virkisfýsnum persónum, sum hava víst í verki, at teir bæði vilja og duga at menna fiskivinnuna í Føroyum.

Jaspur Langgaard

valevni fyri Sambandsflokkin

RN