Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Menningarkvotur til tey útvaldu

2019-04-05 06:18

Tá talan er um menningarkvotur, eru Føroyar deildar upp í 7 øki, har Eysturoy og Norðoyggar eru økið 6 og 7. Samgongan hevur gjørt av, at økið 6 og 7 ikki skulu kunna søkja um stuðul til menning av okkara tilfeingi.

Ein grundgeving fyri, hví hesi øki ikki skulu hava atgongd til menningarkvotunar, var at arbeiðsloysi var so lágt í hesum øki. Tíbetur kunnu vit í Føroyum í dag staðfesta, at arbeiðsloysi er nærum onki, óansæð hvat øki talan er um. Tí eigur henda forðing at verða tikin burtur longu í inniverandi ári.

Hyggja vit at, hvørji feløg í landinum hava brotið upp úr nýggjum, kundi eg hugsað mær at nevnt Tavuna og Høvdavirkið í Leirvík. Hesi virki hava skapt fleiri hundrað arbeiðspláss og milliónir av inntøkum til føroyska samfelagið við nýggjum vørum, sum onki virði høvdu frammanundan. Hví skaltað ikki vera gjørligt hjá slíkum íverksetarum at fáa atgongd til menningarkvotur – samfelagnum og føroyingum at frama.

Vit kunnu ikki liva við, at fólkið í pørtum at samfelagnum, ikki hevur atgongd til menningarkvoturnar.

Serliga tá tað tey nógvu síðstu árini hevur víst seg, at serliga hesi økini hava verið tey, sum havagingið á odda, fyri at skapt nýskpandi vinnur.

Jaspur Langgaard
Løgtingsvalevni fyri Sambandsflokkin