Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Menningarkvotur til Sandoynna tað einasta rætta

2019-06-16 15:51

Í sambandi við menningarkvoturnar, ið skulu brúkast til at menna kring landið, verða nevndar tríggjar treytir, har av minst ein skal verða uppfylt um menningakvota skal latast.

Treytirnar eru:
a) Avmarkað atgongd til sjófeingi
b) stórt arbeiðsloysi, ella
c) støðugt minkandi fólkatal í tí økinum, har virksemi og verkætlan verða framd, í mun til onnur øki.

Í verandi løtu er tað bert Sandoyarøkið, ið uppfyllir allar tríggjar treytirnar. Hetta eigur at siga teimum, ið taka avgerðir hesum viðvíkjandi, at tað einasta rætta er at lata Sandoynni stóran part av menningarkvotunum. Vónandi verður avgerð tikin, ið ger, at gongd kann koma á aftur virkið í oynni, so fólk aftur kunnu koma til arbeiðis.

Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag