Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Menning av høvuðsstaðnum avgerandi

2013-08-30 21:43

<b>Allar kanningar av okkara ungu lesandi staðfesta tað sama: Tað er onki alternativ til Havnina, skulu tey flyta heimaftur. </b>

Hetta er ein sera áhugaverd kanning, sum Studni nú hevur gjørt saman við Javnaðarflokkinum á fólkatingi. Kanningin vísir, at tey, ið lesa uttanfyri Norðurlond, hava á leið líka stóran áhuga fyri føroyska samfelagnum sum tey, sum lesa í Danmark. Og hugurin hjá teimum at flyta heim er heldur ikki minni enn hann er millum lesandi í Danmark. Og tað frøir okkum at hoyra, at eisini færri av hesum útihýsa møguleikanum at flyta heim - og tey siga seg í størri mun sakna lívið í Føroyum.

Hetta er sera áhugavert, tí tvørturímóti halda lesandi í Danmark í størri mun, at føroyska samfelagið er ov konservativt og at sosialu skipanirnar í Føroyum eru ov vánaligar. Eg skal ikki siga, at tey eru eitt sindur forkelað, men tað vísir undir øllum umstøðum, at ein munur er.

Tá vit tosa um menning og skapan av fjølbroytnum karmum fyri hægri útbúgving og gransking í høvuðsstaðnum, so er tað eisini sera áhugavert at síggja, at tey lesandi uttanfyri Norðurlond hava eitt størri altjóða netverk enn hini. Og sum tað verður sagt í kanningini, so er tað eyðsæð, at tey, um tey koma heimaftur, hava eina vitan og nakrar royndir, sum gera føroyska samfelagið meira fjøltáttað og litríkt.

<b>Hvat vantar okkum?</b>

Stórur partur av teimum lesandi staðfesta, at fakligt umhvørvi og fakligar avbjóðingar mangla í Føroyum. Hinvegin halda tey lesandi yvirhøvur, at Føroyar eru eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp. Og fleiri enn eg helt halda, at tað ikki er torført at finna bústað í Føroyum – ein fjórðingur heldur, at tað er rímiliga lætt at finna bústað. Og fyri tey flestu hevur familja stóran týdning.

Fakliga umhvørvið er í eini menning og vit skapa karmar sum aldri áður. Tilboð til børn hava aldri verið so góð. Frítíðartilboðini hava aldri verið so fjølbroytt sum nú. Og ein rímilig loysn hómast nú við fjølbroyttari og bíligari bústaðabygging.

Men vit mugu gera okkum púra greitt, at útlendskar fyritøkur í vaksandi mun standa klárar á universitetunum við lokkandi starvstilboðum og sømdum til okkara ungdóm, sum vit ynskja at fáa heimaftur.

Tí má sambandið millum tey lesandi og okkara arbeiðsmarknað styrkjast enn meira. Hetta gera vit longu við átøkum sum t.d. Jobmatch og Vit velja.fo. Og beint nú er t.d. stórt fjølbroytt vinnuhús undir bygging í býnum.

Tey lesandi halda flogsambandið vera alt ov vánaligt og kostnaðarmikið. So meðan vit bíða eftir stóra flogvøllinum á Glyvursnesi, so mugu vit vóna, at nýggj kapping tekur seg upp og ger sambandið munandi bíligari og fjølbroyttari fyri okkara útisetar.

<b>Onki alternativ til Havnina</b>

Fyri flestu útisetar er onki alternativ til Havnina. Tað er hiðan, meira enn helmingurin stavar, og tað er higar, tey flestu vilja flyta eftir loknan lestur. Og mín pástandur er framvegis, at Føroyar fáa bert fólkavøkstur, um høvuðsstaðurin stendur sterkur. Um vit skulu fasthalda og hála til okkum ung, virkisfús, væl útbúgvin og skapandi fólk við dirvi, so krevst ein sterkur høvuðsstaður.

Í praksis gera vit tað við at hava so nógv og góð tilboð til borgararnar sum møguligt: barnaansing, skúla, møguleikar at seta búgv, ungdómsvirksemi, umstøður fyri eldri, list, ítrótt, matstovur, býarlív og so frameftir. Vit brúka tíð og pening til at tryggja grundleggjandi og góð tilboð til allar borgarar og leggja kreftir í at menna eitt sterkt alternativ til útlendsku býirnar, sum draga. Á øllum økjum.

Trivnaðurin og fólkavøkstur í høvuðsstaðnum verður álvarsliga avgerandi fyri framtíðar menning í øllum Føroyum. Henda veruleika og møguleika mugu vit øll fyrihalda okkum til og handla út frá. Lat ongan iva verða um, at luturin hjá høvuðsstaðnum fer ikki at liggja eftir. Vit velja Føroyar.

Heðin Mortensen

borgarstjóri