Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Men tú gongur bara allíkavæl

Røða, í sambandi við útbúgving av starvsfólki til parkinsonøkið.

Vit kenna hvussu sjúka fer við okkum. Ikki bara sum sjúka, men sum samleiki. Frá at vera eitt vælvirkandi menniskja, verður tú frá einum degi til annan sjúklingurin. Sjúkan verður tín samleiki, ella brekið verður tín samleiki.

Soleiðis kenna sjúk fólk tað og soleiðis greiða vit frá, í sambandi við brek.

Júst í hesum døgum hoyra vit frá Eyðuni Ásasyni og um hansara avbjóðingar í sambandi við parkinsonsjúkuna, og serliga um hansara jaliga hugburð til tað, sum vit onnur vildu mett sum sera torføra støðu. Og vit undrast. Og vit gleðast um, at fólk við svárum mótburði frøast um tað tey kunna, og ikki sum vit onnur, hugsa mest um tað , ið restar í.

Tí hvat restar í, og hvat restar í hjá okkum øllum, ella hvussu nógvar avbjóðingar hava vit ikki øll, meira og minni, av persónligum slagi?

Men ikki alt er sjónligt.

Parkinsonsjúkan er sjónlig, eins og hon ger, at sjúklingurin ikki hevur tamarhald á sær sjálvum og sínum rørslum. Og sjálvandi skal tað ikki undirmetast sum svárt, avgjørt ikki.

Tá sonur mín var heilt lítil segði hann, “Mamma, tú kanst ikki renna, tú kanst heldur ikki ganga, men tú gongur bara allíkavæl. Men tú ert mamma mín.”

Havi ofta síðani hugsað um hvat hetta mundi merkja, serliga hetta síðsta og kemur tað mær nústani til hugs, at hann sipaði til samleikan og at brekið ikki var samleikin, men mamma.

Uttan at eg annars skal líkna saman hesar støðurnar – við breki og sjúku.

‘Men tú gongur bara allíkavæl’ er eisini myndin av Eyðuni Ásasyni og boðskapi hansara til okkara, um at lívið hevur so nógvar fasettir, og sum tey plaga at siga í øðrum lívsins viðurskiftum, at tá ein hurð letist aftur, opnast oftani onnur.

Í dag eru vit samlað, tí kommunur og starvsfólk vilja brynja seg til leiðina saman við parkinsonsjúklinginum, og lætta um byrðuna, tí byrðan verður lættari, tess fleiri hjálpa til, tess fleiri kenna støðuna, tess fleiri skilja sjúkuna, avbjóðingarnar, brekið og smálutirnar.

Soleiðis, at sjúkan kann koma í bakgrundina og ‘tú gongur bara allíkavæl’ kann blíva myndin um lívsdygd, hóast alt. Ja, soleiðis, at sjúkan ikki blívur samleikin.

Tað er gleðiligt, at vit kunnu hugsavna okkum um bólkar, evni og servitan, og at vit sum kommunur hava dagført okkum og blíva betri fyri, til at taka okkum av okkara sjúku og eldru borgarum.

Tí útbúgving og vitan avmystifiserar, byggir brýr og fær samskiftið at vera betri og meira uppbyggjandi, fyri bæði sjúkling og starvsfólk.

Tí liggur so nógv í slíkum skúlum og átøkum, og serliga av hesum slagi, sum hevur til endamáls at betra um lívsgóðskuna hjá hvørjum øðrum.

Sum kommuna gleðast vit, bæði um útbúgvingina og ikki minni um, at vit finna saman tvørturum kommunumørk, um uppgávur av hesum slagi.

Vit takka Norðoya Bú- og heimatænastu í tykkara kommunu, Heilsu- og umsorganartænastuni í okkara kommunu og Parkinsonfelagnum, fyri allar góðar persónligar kreftir, sum standa aftanfyri hesa útbúgving.

Eins og stuðul av øllum slagi.

Eftir er at siga, at eg so sera nógv ynski, at tit, sum hava fingið útbúgvingina, nýta hvørt høvi at læra frá tykkum, tá støður stinga seg upp, har tykkara servitan kann gera góða munin á hjálpini.

Og so fari eg at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við nýggju útbúnu starvsfólkunum, við ynskjum um orku til fleiri líknandi átøk, kommunalum tænastum og fólkinum at gagni.

Hjartans tøkk og Harrans signing.