Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Memo til sjúkrasystrar og, ja, pedagogar... nú eg eri ígongd

Samtíðis sum eg havi lutvísa samkenslu fyri eini lutvísari lønarhækking tykkara vegna, er treytaleyst avgerandi at leggja sær í geyma tann roynveruleika, at tit ikki eru akademikarir, knapt nokk á pappírinum!, men umsorganarfólk.

Av tí sama skulu tit lønast hareftir--og tað er ikki sum (veruligir) akademikarir og kennarir, t.e. lærarir við fleiri.

Men at nakar myndugleiki nakrantíð loyvdi sjúkrasystrum og pedagogum, fyri tað eisini lærarum, inní universitetsregi við hesum vælsignaða CV-samlandi bachelor-pappíri, bítur nú somu myndugleikar og landskassan í bakpartin.
Fíggarligt sjálvmorð.
Tí tað er við tí pappíri, tit góvu teimum, at hesir fakbólkar krevja hægri løn. Væl hægri løn, tí: "Hey, vit eisini eru akademikarir".
Um bachelor í sjúkrarøkt og pedagogikki hevði verið ein bikkja, skuldi hon verið tikin av lívi. Hvørgan hoyrir heima á einum universiteti; fyri tað kunna teir "akademiserast" eitt vet ella seks, men teir hava framvegis einki at gera á Setrinum.

Sjúkrarøkt er, ella burdi verið, eitt arbeiði fyri fólk, sum vilja eitt djúptøkið samband við sjúklingin. Fólk, sum vilja húgla um hasi, ið eru í ringum standi.
Hví? Tí tað er presiss hetta, sjúkrarøkt snýr seg um; og hví sjúkrarøkt er ein so glæsilig professjón: eitt kall, har tørvurin hjá øðrum verður settur framum tín egna.
Men aldri eitt starv á niveau við tey, tey vilja í lønarpart við.

Hartil er at siga, at hetta við at taka lærarayrkið upp til samanberingar h.v.ø.r.j.a.ei.n.a.s.t.u. ferð, hesin ella aðrir starvsbólkar vilja raka meiri til sín á egna lønarkontu, er ósiður og óseriøst ósambæriligt, í øllum førum óbedragiliga leiðiligt at hoyra uppá. Tað er sum at blanda balsam og sjampo.

Tað er ein grund fyri, at lærarin forvinnur meiri, umframt hægri "akademiskt" medvit og kunnleika: eitt vælvirkandi og hartarbeiðandi og, ikki minst, succesfult fakfelag... sum dømi.
Nakrantíð hoyrt um vunnin rættindi, eh?

Óansæð, lønina upp eitt vet ella tvey, gamaní, men so forbiið stórur er hasin "skeivleikin" eiheldur.
Men Go for It, G'als!