Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Meirútreiðslur til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum

2019-04-02 10:40
Heilsupolitikkur - 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um meirútreiðslur til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvørji arbeiðstakaraøki ítøkiliga fara ikki at halda peningaliga og fara at hava við sær eitt yvirtrekk upp á yvir 40 mió. kr. tilsamans í útbyggingini av Landssjúkrahúsinum?

2. Hvat slag av arbeiðstakaraavtalum eru gjørdar, og eru trupulleikar við hesum avtalum?

3. Eru tilboðini í føstum prísum, og er hædd tikin fyri prís- og lønarhækkingum?

4. Hvat er orsøkin til, at tað ikki fyrr enn nú, eftir 4 árum, kemur undan kavi, at løgujáttanin til útbyggingina ikki fer at halda?

5. Hvør hevur uppgávuna og ábyrgdina av at hava leypandi búskaparligt eftirlit við byggjarínum og geva fráboðan um hetta til viðkomandi partar ella myndugleikar?

6. Hvørja leypandi kunning fær Heilsu- og innlendismálaráðið um byggjaríið, tøkniliga og búskaparliga?

7. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk av tiltøkum, sum forða fyri óvæntaðum frávikum og eykajáttanum?

8. Eru gjørdar neyvari metingar av upphæddini, sum fer at vanta í, og hvat vísa hesar metingar og uppgerðir?

9. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja sær, at samlaða játtanin til byggjaríið er realistisk og ikki undimett?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at Heilsu- og innlendismálaráðið fór í feb. 2015 sum byggiánari, saman við Landsverki, sum byggiharra, undir verkætlanina at útbyggja Landssjúkrahúsið (nýggjur H-bygningur).

Síðan er almenningurin vorðin leypandi kunnaður um, hvussu væl alt gongur og eftir ætlan.

Nú knappliga, eftir 4 árum, kemur fram, at løguætlanin til útbyggingina ikki fer at halda og at roknast skal við, at løgd verður fyri Løgtingið ein umsókn um eykajáttan upp á yvir 40 mió. kr. fyri at gera byggjaríið liðugt.

Spurningurin er m.a., hví slík búskaparlig frávik koma í, tá talan er um fastar arbeiðstakaraavtalur, og at allir møguleikar eru fyri at fylgja neyvt við leypandi.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað tykist sum, at játtanirnar til størri byggiverkætlanir hjá tí almenna sum meginregla ikki halda, og tað kann ikki góðtakast. Henda vantandi byggileiðsla og stýring kann hava við sær álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN