Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Meðan vit bíða eftir nývali

2019-02-18 03:26

Klokkan telur niður. Løgmaður skal skriva út val skjótt. Nógv av okkum halda, at tað átti langt síðani at verið gjørt, tí at ovurhonds stór orka er nýtt uppá innanhýsis trupulleikar og alt ov nógvir rossahandlar eru farnir fram fyri at fáa stemmutalið í tinginum at ganga upp til øll málini. Løgmaður er treiskur og vil halda út til beiska endan. Vit minnast eisini seinastu dagarnar hjá Kaj Leo úti í Tinganesi sum løgmaður. Valdshavarin hevði torført við at sleppa.

Orsøkin var tann sama hjá báðum løgmonnunum - teir óttaðust veljarans dóm. Og flokkurin hjá Kaj Leo misti eisini tveir tingmenn til valið í 2015.

Tað virkar ófrættakent, tá ið hildið verður í valdinum longur enn neyðugt og at aðrar uppgávur vera gjørdar, sum veljarin ikki bað um. Tíverri sigur søgan okkum, at hetta langt frá ókent.

Søgan sigur okkum, at demokratiið ofta er lítið meira enn eitt fata morgana: Fyrr i tíðini høvdu kongarnir serligu rættindini at ráða landinum. Í dag er tað bara parlamentið, sum eigur tey rættindini.

Í ein og hvørjari demokratiskari skipan eru tað tey, sum stýra, og tey, sum vera stýrd. Robert Michels lýsti millum annað hetta í bókini Political Parties, 1911. Hetta verður eisini kalla “Jarnlógin fyri oljugarkar”.

Í hesum fylgir eisini, at nátturan hjá valdi er konservativ. Tað er; tey sum hava valdið, vilja varðveita valdið og samstundis halda uppá umstøðurnar, ið gera, at tey vera verandi við valdið.

Einki stýri er kollveltandi: Tað ber ikki til at nýta statin at útrudda klassar. Tað gevur seg sjálvt, tí at staturin sjálvur er ein serligur klassi. Fyri at sleppa undan klassum, má ósamsvarið millum tey, sum stýra, og tey, sum vera stýrd, vera avtikið.

Fransmaðurin Frédéric Bastiat, ein av teimum fyrstu klassisku liberalistunum skrivaði soleiðis í Economic Sophisms (1845–1848):

When plunder becomes a way of life for a group of men in a society, over the course of time they create for themselves a legal system that authorizes it and a moral code that glorifies it.
- Frédéric Bastiat

Hetta er eisini veruleikin fyri stovnar, fakfelagsrørslur v.m. Tað kemur nærum ongantíð fyri, at ein stovnur vil avtaka seg sjálvan, men tað kemur meir enn so fyri, at tað verður handlað ímóti áhugamálunum hjá limum/brúkarum/borgarum. Tað vil siga, at áhugamálini hjá teimum, sum stýra, og teimum, sum vera stýrd, ikki altíð eru tey somu.

Tak til dømis Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum. At síggja til ger hann alt fyri at varveita sín status. Hann hevur verið frammi og mótmælt uppskotum um at foreldur skulu fáa pengar fyri at passa síni børn heima (Gjaldið skuldi svara til tað, kommunan annars skal rinda fyri at havt børnini á dagstovni). Sami formaður hevur eisini verið frammi og heitt á myndugleikarnar at fáa Pedagogskúlan til Havnar, tí tað er “Alt ov strævi at fara til Suðuroyar í skúla”. Ein kann bara ímynda sær, hvar formaðurin hevur adressu.

Leiðslan í Sovjetsamveldinum tryggjaði seg sjálva, áðrenn tey játtaðu kommunistisku ideologiina. Fyri at taka orðini hjá Thomas Sowell: “Øll kunnu verða kallað kammeratar, men summir kammeratar hava vald yvir lívi og deyða hjá øðrum kammeratum.

Hvat kunnu vit so gera? Jú, vit kunnu fara á val og fáa útskifta tey fólkini sum sita við valdi í dag. Tey “ringu” tíðindini eru tó at tað ber ongantíð til at sleppa av við “elituna” vit kunnu bert útskifta hana. Italienarin Vilfredo Pareto(1848 – 1923) lýsir konsepti um elitir sera gott. Hann sigur at tað eru í høvuðsheitum eru tvær elitur, sum skiftast at um at stýra. Tað eru leyvunar sum eru áleypandi og dominerandi og revanir sum dúva uppá snýkjandi snildi fyri at yvirliva. Í vesturheiminum í dag dominerar revurin, men vit síggja tíðulig tekn uppá at leyvan er við at koma aftur, tildømis í form av Trump.

Fólkaræðið er ógvuliga sárbært, og tað skal lítið til fyri at fáa rotinskap at trívast. Serliga hjá teimum, í umsita vald yvir øðrum fólkum. Hugsið tykkum um Landsstýrið nýtti lógina um at útskriva nýval eins leyst sum lógina um ábyrgd landsstýrismanna. So hevði man nokk argumenterað við at “tað stendur at val eigur at útskrivast, ikki skal útskrivast”.

Óansæð: Tá valdagurin einaferð kemur, so far á val.

Keldur

https://en.wikipedia.org/wiki/Iron_law_of_oligarchy
The iron law of oligarchy is a political theory, first developed by the German sociologist Robert Michels in his 1911 book, Political Parties. It asserts that rule by an elite, or oligarchy, is inevitable as an "iron law" within any democratic organization as part of the "tactical and technical necessities" of organization.

https://crimethinc.com/2018/05/29/theres-no-such-thing-as-revolutionary-government-why-you-cant-use-the-state-to-abolish-class
Emma Goldman knew it. Mikhail Bakunin warned everyone about it half a century before the Russian Revolution. Veterans of the Black Panther Party and Black Liberation Army Ashanti Alston and Kuwasi Balagoon drew the same conclusion. There’s no such thing as revolutionary government. You can’t use the instruments of government to abolish oppression.

http://www.in.fo/news-detail/alt-ov-straevid-at-fara-til-suduroyar-i-skula/
Jógvan Philbrow: Alt ov strævið at fara til Suðuroyar í skúla

http://www.in.fo/news-detail/vil-hava-loegtingid-at-siga-nei/
Jógvan Philbrow: Penganir eiga ikki at fylgja børnunum, vit eiga at tryggja okkara arbeiðspláss

http://www.eugenewei.com/blog/2017/3/6/paretos-two-types-of-elites-lions-and-foxes

14.03.2019 - Fólksins ogn

01.03.2019 - Leiguloft ella tak yvir høvdið?

23.02.2019 - Krossferðin ímóti kannabis

18.02.2019 - Meðan vit bíða eftir nývali

09.02.2019 - Frælsi frá kúgan

03.02.2019 - Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald

30.01.2019 - Búskapur

19.12.2018 - Tjóðveldis-ravnarnir

08.12.2018 - Kleptoman-landskassi

27.11.2018 - “Tey ríku” og “tey fátæku”

26.11.2018 - Vitanartrupulleikin

11.11.2018 - Visiónin hjá teimun salvaðu