Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

MEÐAN VIT BÍÐA ... eftir eini grundlóg fyri fólkið í Føroyum

2020-06-05 23:22

Skilji væl at danir hátíðarhalda teirra grundlóg, men havi ongantíð skilt, hví hetta skal hava týdning fyri okkum í Føroyum.

Tí danska grundlógin verður aftur og aftur brúkt sum grundgeving fyri, at forða fólki og vinnu í Føroyum, at vinna okkum størri frælsi og møguleikar - ikki minst í altjóða høpi.

Var í Grundlógarnevndini í 2002-2004. Seinni varð arbeiðið kallað Stjórnarskipanararbeiðið. Í seinasta samgonguskeiðið, árini 2015-2019, arbeiddu allir flokkar saman um hetta týðandi og grundleggjandi grundlógaruppskotið - ið nú hevur nærum 20 ára hátíðarhald.

Vit tóku arbeiðið uppaftur, og ætlaðu eina breiða semju og fólkaatkvøðu. Hetta var partur av okkara samgonguskjali. Millum okkara mest týðandi mál - og vit vóru so sera nær eini semju.

Vónaði, at vit kundu fáa eina nýggja føroyska stjórnarskipan/grundlóg til fólkaatkvøðu, men tíverri varð hetta steðgað - serliga av Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, ið nú eru í landsins stjórn. Alt orsakað av politiskum taktikki. Kostnaðin rinda øll fólk í Føroyum. Alt arbeiðið hesum viðvíkjandi er nú steðgað ... fyribils. Syrgiligt.

Sjálvt orðingin í okkara nýggju, grundlóg fyri Føroyar um verandi ríkisrættarligu støðu, sum - undir fullveldissamgonguni og aftur seinni - skapti gjógv millum partarnar, varð nú funnin loysn á í undanfarna valskeiði. Men hetta var tíverri ikki nóg mikið fyri Fólkaflokkin og Sambandslfokkin.

Gleði meg til tann dag, tá vit undirskriva nýggju grundlóg fyri fólkið í Føroyum. Henda løtan nærkast - og tá fer at verða hugt aftur á hetta tíðarskeiðið sum ein tíð, tá føroyskir politikarar forðaðu fyri framgongd á hesum øki. Soleiðis hevur eisini verið søguliga tá vit stríddust fyri okkara máli, okkara flaggi, okkara fiskirættindum ...

Vit hava arbeitt við nýggju, føroysku grundlógini/stjórnarskipanini í 20 ár.

Spurningurin, ið vit øll áttu at fingið svar uppá, á hesum degi, er:

Nær fer løgmaður, at seta ferð á arbeiðið at gera Stjórnarskipan Føroya til reiðar til fólkaatkvøðu?

... nú hava vit øll í Føroyum longu bíðað alt ov leingi.

5. juni 2020

Kristina Háfoss
løgtingskvinna