Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Meðan Suðuroyartunnilin verður útsettur nærkast Sandoyartunnilin gjøgnumslagnum!

2021-01-29 17:07

Fyrsta salvan av teimum higartil 7 av 10,8 kilometrum varð sprongd í Traðardali á Sandoynni 27. juni 2019.
Í dag hava okur 27. januar 2021, og eru umleið 2/3 av samlaðu longdini boraðir uppá 19 mðr.
Hóast nógvar vatnlekar gongur arbeiði við ferð, og væntandi verður Sandoyartunnilin liðugt boraður seint í heyst.

Men enn er ógreitt nær farið verður undir Suðuroyartunnilin
Tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur nú ætlanina hjá landsstýrinum verða broytta, soleiðis at peningur verður ikki settur av til verkætlanina í 2024, men heldur í 2025. Sostatt er tað útsett til júst eitt ár aftaná tað verður koyrandi millum Sandoynna og Streymoynna.
Við øðrum orðum: Tá eru bæði tann roynda og dugnaliga manningin, serkunnleikin (føroysk og útlendsk), og boriútgerðin í Sandoyartunlinum farin aftur til verka á øðrum og líknandi prosjektum uttanlanda.

Okkurt av vallyftunum má og skal haldast
Meðan játtanin til Suðuroyartunnilin verður útsett, so frætta okur frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, at Fámjinstunnilin skal bjóðast út í summar.
Og so seint sum í gjár samtykti Løgtingið eisini at hækka játtanarkarmin til tunlarnar “Norður um Fjall” frá 252 mió. til 522 mió. krónur. Ein príshækking á 270 mió. síðan 2009!
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er Fámjinstunnilin eisini dýrkaður 400-500% síðan 2007, tá Ístak Føroyar bjóðaði seg til at byggja hann fyri umleið 30 mió. kr.

Mong mugu nú undrast á hendan dagførda prísin, tí hvussu kann tað gerast millum tvær til fimm ferðir dýrari í dag, í mun til fyri nøkrum fáum árum síðan?
– Eru fjøllini og undirgrundin harðna ella linka ógvusligt hesa tíðina?
– Er lønin hjá arbeiðstakarunum farin ógvusligt upp við 100-500%?
– Eru krøvini til tunnilsgerð herd? Um so er, frá hvørjum til hvønn standard?
Tí fyri at skera tað út í papp, so er her talan um eina upphædd á okkurt um 350-400 milliónir krónur í meirkostnaðum. Umleið somu upphædd sum skattgjaldarin veðheldir fyri í Eystur- og Sandoyartunlunum. Útoyggja-flotin hjá Strandferðsluni kundi eisini verið so væl og virðiliga endurnýggjaður fyri hendan meirkostnaðin! Og ongin sigst at vita, hví so er?

Alt hetta meðan okur leggja okkara álit á eitt undirfíggjað ferðamannaskip á leiðini um Suðuroyarfjørð. Ikki so mikið sum eina eykajáttan á 5 mió. unnaðu teir Strandferðsluni.

Kosta hvat tað kosta vil – tí nú eru nøkur av vallyftunum á tunnilsfrontinum hjá samgonguni intakt.

Teir vildu einaferð binda seg í SALT!
Á fólkafundinum í SALT fyri góðum hálvum-øðrum árið síðan var ongin ivi hjá núsitandi landsstýrið viðvíkjandi Suðuroyartunlinum. Teir kappbjóðaðu um nær tað skuldi gerast koyrandi til Suðuroynna. Jørgen legði út við fyrsta boðnum og síðani navnin úr Vestmanna. Jenis stóð ikki við hondum í lumma, tí hann hækkaði beinanvegin puljuna við eisini at gera fleiri landtunlar áðrenn Suðuroyartunnilin.

Bárður Gunnarstein Nielsen