Matarskipan í skúlarnar

2012-11-06 15:19

Nú, vit byggja skúlar fyri hundraðtals milliónir í Tórshavnar kommunu, skilji eg ikki, at møguleikar fyri eini matarskipan ikki eru við.

Sjálvur havi eg sera góðar royndir av slíkari skipan í Hirtshals skúla, har næmingar fingu eina heita máltíð ella eina tvíflís fyri sámuligt gjald.

Tíðin má vera farin frá, at næmingarnir sita og eta kleimdar stressmatpakkar millum blýantspískarar, linjalir og annað á skúlaborðinum. Stórur partur av hesum matpakkum endar í ruskílatinum ella liggur órørdur í skúlataskuni, til næsti pakki er klárur.

Ein matarskipan hevði hartil lætt munandi um heima við hús, og royndir í m.a. Reykjavík vísa eisini, at innlæringin betrast munandi, tá ið næmingar hava eina góða og trygga matarskipan.

Eini slíkari skipan vil eg arbeiði fyri í Tórshavnar kommunu!

Fróði Ó Olsen, valevni á lista A